Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ var í gamla lagnum og vann uppiborið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.05.2024 - 09:52 Ítrottur Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Í einum jøvnum og spennandi dysti eydnaðist tað KÍ at vinna ein uppibornan sigur frammanfyri nógvu áskoðarunum.

Bæði liðini vóru nógv skerd til hendan dystin. Og longu í 27. minutti mátti ein av týdningarmiklastu leikarunum hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar, skaddur av vøllinum. KÍ spældi sum hinar dystirnar undir Espen Haug í einari 4-3-3 leikskipan, har stóra søgan var, at Jonn Johannessen var við frá byrjan fyri fyrstu ferð í fleiri ár.

 


Varin lið í fyrra hálvleiki

Dysturin byrjaði við, at KÍ legði seg langt aftur at verja. Páll A. Klettskarð lá sum fremsti maður langt aftanfyri miðsirkulin við trýstlinjuni, og hetta var kanska óvæntað fyri Víking. Onkra løtu stóu leikarar bara stillir við bóltinum uttan at fáa nakað trýst. Í vinstru síðu hjá KÍ spældu Ahmed Latif á bakkinum, sum ikki hevur sína styrki í verjuspælinum, meðan Jonn var nýggjur á liðnum. Og ikki óvæntað, var tað í tí síðuni, at Víkingur leyp á. Geza Turi spældi ein góðan bólt innum Jonn og so kundi Signar á Brúnni leggja útfrá til Sølva Vatnhamar, sum skoraði. Hetta broytti ikki so nógv dystargongdina, tí liðini vóru framvegis sera varin og mongu áskoðararnir vóru friðarligir. Tá knappur hálvur tími var farin broyttist dysturin. Sølvi mátti skaddur út, og Víkingar høvdu bara Árna Nóa Atlason við nakað av royndum at seta inn, sum er ein meira verjukendur leikari, men sum nú skuldi spæla sum álopskendur miðvallari. Og so skoraði Árni Frederiksberg uppá beinleiðis hornaspark. Sostatt høvdu liðini givið hvør sítt mál sum gávu. Eftir hetta fekk Jonn Johannessen besta møguleikan, men stórir málmøguleikar vóru ikki í fyrra hálvleiki.

 


KÍ fekk størstu møguleikarnar

Í seinna hálvleiki bleiv dysturin meira undirhaldandi og opin. Og við hesum kom eisini ein góður stemningur rundanum vøllin. KÍ legði nú meira fyri frameftir og setti seg á dystin í løtum. Trupulleikin fyri KÍ var Geza David Turi, sum eingin KÍ-leikari fekk bóltin frá. Dan í Soylu skeyt einaferð á tvørstongina og innskifti Pætur Petersen fekk stóran møguleika, sum Bárður á Reynatrøð bjargaði meistarliga. Móti endanum var tað sum, at Víkingur hevði meira orku. Kanska tí at teir eru í betri venjingarstøðu ella hevði KÍ brúkt meira orku gjøgnum dystin ella var tað ein samanseting av báðum. Víkingur fekk nakrar støður, men tað síðsta manglaði, tí KÍ var væl skipað í brotssteiginum. Ein málmøguleika fekk KÍ afturat og tá tók Dávid B. Andreasen av. Víkingur misti bóltin í uppspælinum, og so reyk Pætur Petersen avstað í vinstru, legði væl innfyri til Páll A. Klettskarð, men Bárður stórbjargaði aftur. Dávid stóð klárur og í seinnu royndini skoraði hann og so var størsti rómur við Djúpumýrar í ár veruleiki. KÍ stóð ímóti síðstu løtuna og vann 2-1.

 


Besti dystur hjá KÍ í ár

Samanlagt var KÍ betra liðið og vann uppiborið. KÍ hevði fleiri stórar málmøguleikar enn Víkingur í einum jøvnum og spennandi dysti, sum í seinna hálvleiki var undirhaldandi. Fyrr í ár hevur ofta verið trupult at fingið eyga á, hvør dystarætlanin hjá KÍ hevur verið, men hesaferð sást ein greið ætlan. KÍ hevði undan hesum dysti tapt allar fýra dystirnar móti topp 4 frá undanfarnu árum og tí var tað kanska eitt skilagott taktiskt val at byrja frá verjupartinum og leggja dent á at verða væl skipaðir. Tí burturæð frá sera vánaliga verjuspælinum, tá Víkingur skoraði, so stóð verjuparturin hjá KÍ seg væl tað mesta av dystinum, hóast KÍ eins og Víkingur hevði okkurt mistak í uppspølum. Fyrra part av seinna hálvleiki skapti KÍ eisini møguleikarnar, sum skuldu til og KÍ-leikararnir løgdu nógv fyri. Tað var fleiri ferðir, at álopskendu leikararnir ruddaðu burtur í egnum brotssteigi. Og meðan tað undan hesum dysti hevur sæð út sum, at Víkingur hevur havt betri breidd enn KÍ, so var tað øvugt hesaferð, nú bæði liðini vóru rættiliga skerd. Hjá KÍ vóru tað innskiftu Pætur og Dávid, sum høvdu høvuðsleiklutirnar í sigursmálinum. Sigurin hjá KÍ var avgerandi, tí nú er KÍ bara trý stig frá toppinum eftir fyrsta triðing og tá er alt púra opið, meðan eitt tap hevði sent KÍ úr meistarastríðnum. KÍ var aftur á gamla lagnum skilt á tann hátt, at liðið var væl skipað, leikararnir løgdu sera nógv fyri og so skapti liðið nokk av málmøguleikum til at vinna ein dyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen