Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brúka so bara bussin

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD  |  17.05.2024 - 12:54 Tíðindaskriv

Føroya løgting samtykti við ársenda 2023 lógarbroyting, sum gjørdi, at fólk, sum orsaka av breki hava tørv á bili, mistu stuðulin, tey høvdu havt rætt til. Ein sokallað sparing fyri landið á eina millión. Hædd var ikki tikin fyri tey, ið fíggjarliga hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman, og ikki hava javnbjóðis møguleikar at luttaka í samfelagnum. Longu nú kennast avleiðingarnar, og andlit verða sett á tey, ið verða útihýst meir enn fyrr, tí tey ikki longur hava rætt til stuðul til bil. Boðini frá Almannaverkinum eru, at um tú ikki hevur persónbil søk um kassabil ella brúka bara bussin.

 

 

Sannlíkt er, at almennu útreiðslurnar við tíðini verða nógvar ferðir størri við slíkum sokallaðum sparingum, eitt nú til almanna- og heilsutænastur, og at almennu inntøkurnar samstundis minka, tí hesi somu fólk orsaka av breki verða útihýst frá arbeiðsmarknaðinum.

Vit eiga tí at spyrja: hvør er tá veruliga sparingin?

 

Bara stuðul til serútgerð

Í § 26 í løgtingslógini um almannatrygd og tænastur, stk. 1, var ásetingin: „Stuðul verður veittur til keyp av bili til persón við varandi avmarkaðum likamligum ella sálarligum førleika, ið munandi skerjir møguleikarnar at ferðast, ella ger tað trupult at fáa ella varðveita eitt arbeiði ella eina útbúgving uttan brúk av bili. Stuðulin verður veittur sum eitt rentufrítt lán, sum í mesta lagi er 180.000 kr.”

Í viðmerkingunum stendur, at av misgáum var upprunaliga upphæddin á 180.000 kr. sett í lógina – ikki tann javnaða upphæddin. Javnaða upphæddin var 219.555 kr. í 2023.

Stuðulin til bilakeyp fyri hesi er nú burtur, og í staðin verður stuðul bara latin til serligan útbúnað til bilin, sum tey bara møguliga hava havt møguleika at ognað sær. Stuðul til sonevndan kassabil, sum er ein lítil bussur vanliga roknaður til koyristólsbrúkarar, er tó óbroyttur.

Í álitinum frá trivnaðarnevndini verður nevt, at seinastu 4½ árið hava 32 fólk fingið játtaðan stuðul til vanligan bil. Við støði í teimum hagtølunum vísur roknistykkið, at útreiðslur landskassans fóru at lækka eina millión krónur árliga, og, sum Almannaverkið vísti á, fór uppskotið at hava við sær minkandi umsiting fyri landið. Hetta roknistykkið var tó gjørt á smølum grundarlagi og tók ikki støði í langtíðar útreiðslum ella inntøkum.

 

Ivasamar grundgevingar

Grundgevingarnar fyri lógarbroytingini vóru, at almenni útreiðsluvøksturin skal tálmast. Samstundis var sagt, at talan var um eina tillaging av skipanini til nútíðarsamfelagið. Persónbilur, siga viðmerkingarnar, er í dag mettur at vera ein vanligur brúkslutur, sum flest øll fólk hava ella hava møguleika at ogna sær, og tí verður frameftir bert veittur stuðul til møguligan serligan útbúnað umframt stuðul til stóran bil til koyristól.

Víðari var sagt, at tá ið talan er um stuðul til ymiskar útreiðslur, so er grundreglan um kompensasjón bert viðkomandi fyri tær meirútreiðslur, ið standast av virkistarninum, og er ikki viðkomandi fyri tær útreiðslur, sum viðkomandi persónur annars hevði havt.

Hesar grundgevingar eru rættiliga ivasamar um samanborið verður við altjóða brekrættindasáttmálan, ið førir fram, at tað júst eru umstøðurnar, ið antin skapa ella forða fyri mismuni vegna breki.

 

Eingin ítøkilig meting

Viðvíkjandi reglunum um endurbót leggja almennu lógarviðmerkingarnar t.d. upp til, at gerast skal ein ítøkilig meting av støðuni í hvørjum einstøkum føri. Sum eisini er í samsvari við fyrisitingarrættin, „at flest øll tænasta, ið verður veitt persónum, ið bera brek, er at meta sum endurbót. Fíggjarlig endurbót er, tá persónur antin fær fíggjarligan stuðul av ávísum slagi ella fær fíggjarligt endurgjald, og er endamálið at hjálpa borgarum at liva eitt so sjálvstøðugt lív, sum tilber, og á jøvnum føti við onnur.”

Rímilig fíggjarlig endurbót ella tillaging tekur støði í umstøðum, breki, trivnaði og lívsstøðu hjá tí einstaka. Løgtingslógin leggur tí dent á somu grundreglur í endamálsorðingini í teimum almennu lógarviðmerkingunum, har tað framgongur, at lógin hevur til endamáls m.a., at veitingar og tænastur skulu „eggja til størri sjálvhjálpni og gera borgaran meira sjálvbjargnan, at so nógv sum gjørligt kunnu hava og varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og at minka um ójavnan í samfelagnum.”

 

Eru nevniliga ikki javnsett

Í dag eru vit farin frá eini strangari skipan, har stuðulin tó tók støði í tørvi og lívsstøðu hjá tí einstaka og omanfyri nevndu atlitum, sum eisini er endamálið við sjálvari lógini, og hava einki sett inn í staðin. Broytingin leggur upp til, at fólk, sum bera brek, skulu liva undir neyvt somu treytum sum fólk, ikki bera brek. Júst her liggur ójavnin.

Grundgevingin, at øll hava vanligan bil, heldur ikki. Fólk við niðursettum kropsligum og sálarligum førleikum kunnu vera verri fyri, tí tey fáa fyritíðarpensjón, hava fleiri neyðugar útreiðslur enn onnur, og kunnu hava verri við at fíggja lán gjøgnum peningarstovnarnar.

Avlamisveiting ella hjálparviðbót nøktar ikki flutning t.d. við hýruvogni fleiri ferðir um dagin, har bussur ikki koyrir. Her verða umstøðurnar ikki rímiliga tillagaðar eitt nú í mun til luttøku á arbeiðsmarknaðinum, atgongd til heilsutænastur, útbúgving, felagsskapum o.s.fr. Ja, hvør er tá sparingin í stóru myndini?

Svarið frá Almannaverkinum er, at um hetta ikki ber til, søk so um stóran bil, sum fyri fleiri als ikki gevur meining. Sjálvsagt eigur hetta ikki at verða gjørt yvir ein kamb, men at vera mett ítøkiliga í hvørjum einstøkum føri.

Nøkur verða her avmarkað við arbeiðs- og inntøkumøguleikum. Avmarkingar, sum kunnu gera, at tey ikki hava ráð til bilin, sum tey tó hava tørv á fyri at vera virkin.

 

Skyldu at beina burtur forðingar

Føroyar hava skyldu til at beina burtur tær forðingar – eisini av fíggjarligum slagi – sum gera, at fólk við breki ikki fáa gagnnýtt sína førleikar og síni grundleggjandi mannarættindi, so at tey vera fyri mismuni í samfelagnum.

Positiva skyldan hjá myndugleikunum er at skipa fyri serligum tiltøkum og hjálp innan rímiligt mark, t.d. fíggjarligari hjálp, ið beinir ójavna burtur.

MEGD og limafeløg heittu á løgtingið um at vísa lógaruppskotinum frá sær og at halda fast við táverandi lógaráseting í § 26, og sum er í samvari við endamálsorðingina í løgtingslógini um almannatrygd og tænastur og við Brekrættindasáttmálan.

Ikki varð lurtað, og tíverri merkjast avleiðingarnar longu nú, og hetta er bara byrjanin. Fáið hesa broytingina rættaða, og við hesum heitir MEGD eisini á landsstýrið um at fáa í lag langtíðar virkisætlanir, ið áseta neyv mál, sum tryggja framstig og forða afturstigum, sum hesum. Uttan ítøkilig mál, er ómøguligt at meta um, hvussu livikorini hjá fólki, ið bera brek, eiga at verða, og um nýggj lóggáva er á rættari kós.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…
Vónin samtakið er í vøkstri
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni
Klaksvík­ingur fekk debut í bestu deildin…
Tað gráa gullið – nýti arbeiðsmeg­ina hjá…
Hvør er Joseph Michael Williams?
Málninga­framsýning við Elisabeth á Bakka…
KÍ er nú endaliga úti av FM-stríðnum
KÍ fingið styrk til álopspartin
Hetta var ikki okkara dagur - KÍ tapti 0…
18 mánaðir – har vit hava loyst hvønn da…
Upptakt: HB-KÍ
Seinastu sluppir­nar í Klaksvík fóru alla…
120 børn á Másheyggi