Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um Russland og Ukraina?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.05.2024 - 04:02 Tíðindaskriv

Mikudagin 22. mai klokkan 10 verður nýggj kanning løgd fram á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um okkara hugburð til Russland og Ukraina

 

  • Var tað rætt at gera fiskiveiðisáttmála við Russland fyri 2024?
  • Í hvønn mun skulu Føroyar vera uttanveltaðar í altjóða politikki, og í hvønn mun skulu Føroyar velja síðu og taka støðu til kríggið í Ukraina?
  • Var tað rætt ein røtt avgerð at avmarka atgongdina hjá russiskum skipum til føroyskar havnir?
  • Skulu Føroyar hava tættari samstarv við NATO og loyva hernaðarvenjingum í føroyskum øki?
  • Og skulu Føroyar stremba eftir at skipa ein sjálvstøðugan stat?

Hetta eru nakrir av spurningunum í spildurnýggjari kanning hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum verður løgd alment fram mikudagin 22. mai klokkan 10 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.

Umleið 700 fólk hava luttikið í kanningini, sum er umboðandi fyri allar føroyingar. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman hagtølini, og Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur havt ábyrgd av kanningini.

Kanningin er liður í eini størri verkætlan í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvat fólk búsitandi í Útnorði og Arktis halda um altjóða politikk, trygdarpolitikk og nýggjar spenningar millum stórveldini í hesum øki.

Týski felagsskapurin Konrad Adenauer Stiftung hevur fíggjað kanningarnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi.

Á tiltakinum mikudagin fara Heini í Skorini og Heri Joensen frá greiningarfyritøkuni Lóður fyrst at leggja høvuðsúrslitini í nýggju føroysku kanningini fram. Framløgan fer eisini at samanbera nýggju tølini við eldri tøl frá kanning, sum varð gjørd áðrenn russisku innrásina í Ukraina í februar 2022.

Síðani fer íslendski lektarin í altjóða politikki á Háskóla Islands, Tómas Joensen, at hugleiða um íslendsku kanningina og um munir og líkleikar millum Føroyar og Ísland.

Og í triðja lagi fer týski politikarin Günter Krings frá kristindemokratiska stjórnarflokkinum CDU at hugleiða um Týskland, Evropa og kríggið í Ukraina.

Günter Krings hevur sitið í týska parlamentinum síðani 2002 og hevur m.a. havt uttanríkispolitikk sum politiskt starvsøki. Günter Krings vitjar Føroyar saman við starvsfólkum í Konrad Adenauer Stiftung í sambandi við, at kanningin verður løgd fram.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, byrjar klokkan 10 og endar í seinasta lagi klokkan 11.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…