Røðan hjá Jóhonnu C. Christiansen
Veðrið var av tí fagrasta, Klaksvíkar Hornorkestur spældi treystliga og hópin av fólki lýddi á til setanina av Norðoyastevnuni.
Føroya Banki bjóðaði ókeypis morgunmat til øll tey mongu fólkini, sum komin vóru at líða á.
Tað var Johanna C. Christiansen, forkvinna í Metanarnevndini, sum setti stevnuna - og Klaksvíkar Hornorkestur hugnaði um hesa løtuna av við sínum føgru og fjálgu tónum.
"Halt teg fram at! Ger tað tú ert góð/góður til. Læt ikki onnur halda tær aftur! Ver við til at skapa við teimum gávum, tú hevur fingið frá skaparans hond", segði Jóhanna C. Christiansen í røðu síni, sum verður endurgivin niðanfyri:
Góðu klaksvíkingar, Norðoyingar og gestir!
Hjartaliga vælkomin til setanina av Norðoyastevnuni í ár.
”Tað er vakurt í Klaksvík á sumri”, yrkir Bernard Brim í vakra Klaksvíksanginum, sum so hegnisliga varð sungin av barnagarðsbørnum í Varpinum mikudagin í samband við framsýningina ”Barnalist”, sum Dr. Margrethu Barnagarður skipaði fyri.
Og hesum kann eg bara taka undir við. Tað er vakurt í Klaksvík!
Tá ið vit seta Norðoyastevnu, sum er ársins fyrst stevna, vita vit, at summarið er í nánd.
Hesa síðstu vikuna hevur verið ein serligur dámur yvir býnum, vit hava sæð borgarar rokast í havum, tikið ókrút upp, ruddað, vaskað og málað, so alt skal verða so vakurt og klárt at taka ímóti gestum.
Og í dag vísir býurin seg, frá síni bestu síðu!
Hetta er annað árið á rað, at setanin er her á Biskupstorgi, tó at tað eisni var roynt í 2020 vegna Koronu, sum tá leikaði her. Men eg haldi, at hetta er eitt gott hugskot við setanini júst her.
Hetta er eitt hugnaligt og savnandi stað, sum bara fer at mennast enn meira við tíðini.
Eg eri sannførd um, at hetta bara verður ein enn meira virkin miðbýður, umgyrdur av lívi.
Tí bert innanfyri 100 m hava vit búðstaðir, samkomur, kirkju, handilslív av alskyns slagi - matstøð, virkisbygningar, peningastovnar, kappróðraneyst, Nólsoyar Páls Húsið, Bókasavn og skjótt nýggjan og snotiligan Føroya Húsarhaldsskúla, og tað sama hotell – og so ikki at forgloyma Varpið.
Í borgarakanningini, sum býráðið læt gera í fjør, var tað sjónligt, at borgarar í býnum ynskja fleiri mentanartiltøk.
Hyggja vit í skránna fyri Norðoyastevnuna, síggja vit eina rúgvu av tiltøkum, vit kunnu fara til. Har eru so nógv góð tiltøk, at ringt er at velja burtur úr.
Hetta seinasta árið hevur Varpið, okkara stásiliga mentanarhús, savnað stórar fjøldir av fólki frá øllum landinum til alskyns tiltøk.
Tiltøkini hava spent sera víða, frá barnagørðum til ellisheim, ja, eitt kvøld var enntá bindiklubbur í býarsalinum. Kórstevna, rokkonsert, framløgur og ráðstevnur.
Fólkið her í býnum hevur veruliga tikið Varpið til sín!
Tað, sum hevur hugtikið meg mest, nú Varpið er veruleiki, er, at tá ið ein kanning, sum hendan verður gjørd, og fólk blíva varug við ynskir hjá borgarum, ja, so eru tað okkara somu borgarar, sum bretta upp um armar og fara at skipa fyri.
Tað hevur verið ómetaliga hugaligt at uppliva, hvussu nógv og fjølbroytt hugskot eru komin til Varpið, síðan tað lat upp.
Tiltøkini í býnum eru økt munandi, og tað er onki at ivast í, at Varpið er eitt fantastiskt hús,men uttan tykkum, sum skipa fyri, so var húsið ikki tað sama.
Hetta eru vit, sum býráð, sera takksom fyri, og síggja vit eitt stórt virði í tí.
Tað er av alstórum týdningi, at vit tora at trúgva uppá okkum sjálvi. At vit tora at taka avgerðir og føra hugskot út í livið.
Vit skulu vera við, har tað er stuttligt at vera, vit skulu trívast í tí, vit gera, og vit skulu tora at flyta okkum, um vit halda okkum vera á einum skeivum stað.
Las ein dagin um eina gentu, sum hevði fingið ein stól frá abba sínum, abbin bað gentuna fara at vita, hvat virði stólurin hevði. Hon spurdi so á einum sølustað og kom aftur og segði abbanum, at hon hevði fingið bjóða 50 kr.
Abbin var ikki nøgdur og bað hana fara á annað stað, har fekk hon 100 kr. Gentan fór so víðari og virðið øktist so hvørt, hon fann onkran, sum dugdi at síggja virðið í stólinum. Til endans kom hon til ein, ið veruliga hevði áhuga í gomlum stólum og sá, at hetta var ein sera virðismikil stólur, sum bert var framleiddur í fáum eintøkum og bjóðaði henni 10.000 kr. fyri henda serliga stólin.
Ovurfegin kom hon aftur til abban. Ja, góða segði abbin, soleiðis er eisini við lívsins viðurskiftum! Finn tær menniskju at vera saman við, sum veruliga síggja virði í, hvør tú ert.
“Enhver er sin egen lykkes smed” sigur danskt orðatak, og er tað ikki altíð lætt at taka avgerðir, men læt ikki onnur, sum ikki skulu liva við avgerðini, taka avgerð fyri teg.
Halt teg fram at! Ger tað tú ert góð/góður til.
Læt ikki onnur halda tær aftur!
Ver við til at skapa við teimum gávum, tú hevur fingið frá skaparans hond.
Við hesum orðum er Norðoyastevnan sett, og eg fari at ynskja tykkum øll eitt gott vikuskifti, sum bjóðar uppá eina rúgvu av ítróttar- og mentanartiltøkum.
Vælkomin á Norðoyastevnu!