Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.06.2024 - 21:10 Tíðindi Veðrið

Vit hava høgætt enn, líkasum næsta alla vikuna, sum fór. Eitt lágtrýst stendur millum Føroyar og Noreg, og tað dregur kalda luft langt norðaneftir ímóti okkum. Tað fer tíbetur ikki at vara leingi afturat – ein dag ella tveir.

Eitt hátrýst nærkast Føroyum vestaneftir týsdagin, og tá ið miðjan av rygginum er farin eysturum, fer ættin niður í útsynning. Lýggjari luft fer at reka ímóti Føroyum.

Saman við lýggjari luft fara brúgvaløg við regni at leggja leiðina framvið. Ikki alla tíðina, men serliga mikudagin og fríggjadagin.

Hitalagið fer sum frá líður at kvinka seg nøkur stig uppeftir.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Allan dagin 5 til 10 m/s norðan, skýggjað og regn í støðum ella ælaveður. Um náttina klárari og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.

Týsdagin:

Ættin fer at snara úr norði, 5 til 10 m/s, niður í útsynning, meðan vindurin minkar eitt sindur, niður í 3 til 8 m/s. Klárt um morgunin, men sum frálíður skýggjað – tó yvirhøvur turt allan dagin. Um náttina fer hann at liggja millum útsynning og sunnan við einum sindri av meira vindi, 8 til 13 m/s, og fram ímóti morgni fer at regna. Hitin fer at liggja millum 6 og 11 stig.

Mikudagin:

8 til 13 m/s av útsynningi. Skýggjað um morgunin og fyrrapartin og regn. Tað regnar, til nakað er liðið út á seinnapartin. Um kvøldið slítur í, tó okkurt ælið. Um náttina fer ættin upp í vestan, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s. Enn skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.

Hósdagin:

Fer at liggja av vestri, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og sólglottar. Um náttina sunnan, og vindurin minkar niður í 2 til 7 m/s. Loftið verður skýggjað, og hitin fer at liggja millum 6 og 10 stig.

Fríggjadagin:

Hann fer at liggja um sunnan ella eitt sindur vestan fyri sunnan. Ikki nógvur vindur, 2 til 7 m/s. Út á dagin meiri vindur, veksandi upp í 5 til 10 m/s. Skýggjað loft allan dagin og regn ella ælaveður. Um náttina slítur í. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…