Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndunum síggjast Louis Poulsen, Annfinnur Heinesen, Jóhanna Christiansen, Árni Frederiksberg og Margit Joensen.

Gott hjá Varpinum at hava góðar vinir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.06.2024 - 17:38 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í vikuskiftinum komu Margit G. Joensen sølufólk og Árni Frederiksberg stjóri frá Kjølbro Heilsølu, við nýggja borðbúnaðinum hjá Varpinum.

 

 

Talan er um dygdargóða norska stellið Figgjo sum heilsølan umboðar, og sum í mong ár hevur roynst sera væl, bæði á stovnum og fyritøkum, og eisini í privatum húsarhaldum.

”Hetta hava vit ynskt okkum leingi” sigur Annfinnur Heinesen. ”Higartil hava vit verið noydd at lána og leiga borðbúnað uttanífrá, í samband við øll tey mongu tiltøkini sum hava verðið í mentanarhúsinum. Og fólk her norðuri hava sjálvandi verið sera hjálpsom, tað er ikki tað. Men tað hevur eisini verið nokkso strævið. Nú hava vit so endiliga fingið okkara egna stell, til heili 400 fólk, og tað fer sjálvandi at gera tað nógv nógv lættari hjá okkum framyvir, at skipa fyri veitslum og tiltøkum í Varpinum.»

Og forkvinnan Jóhanna Christiansen legggur afturat: ”Eitt er so tað, at øll køksfólk og kokkar vísa seg at hava sera góðar royndir av Figgjo, tí tað er slitsterkt og brotsikkurt, men harafturat er hetta vælkenda sniðið eisini so vakurt og vælumtókt millum fólk.”

Og tað ger tað ikki verri, at eisini flotta búmerkið hjá Varpinum er brent inn í steintoyið. Hetta var eitt ynski tey høvdu, men av tí hetta er dýrari at gera, so umhugsaðu tey rættiliga leingi, um tey ikki bara skuldu bíða við hesari íløguni, til einaferð seinni.

Tá var tað at Kjølbro Heilsøla traðkaði til, og ynskti at stuðla íløguni við at rinda fyri, at brenna búmerkið inn í allan borðbúnaðin.

Á lítlari samkomu í Mentanarhúsinum nýttu tey høvið at takka Heilsøluni fyri stuðulin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Hallur Hansson hevur ikki tapt á føroysk…