Lýsing
Lýsing
Lýsing

Av Klaksvík á Flemish Cap

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  17.06.2024 - 20:26 Myndarøð Tíðindi Vinna

Um 19 tíðina í kvøld, fór Klakkur av Klaksvík við kós vesturum á Flemish Cap. Sum sæst aðrastaðni her á síðuni, so kom Klakkur aftur undan Grønlandi við 170 tonsum av frystum. Teir hava lagt veiðuna upp her og gjørt skipið út aftur til nýggjan túr í dag og um sjey tíðina hildu teir so avstað aftur.

Bethuel Johannesen var skipari á túrinum við Grønland. Hendan túrin sum Klakkur júst hevur byrjað, er John Viljam Johannesen, sonur Líggjas Johannesen skipari. John Viljam er 29 ára gamalur nú hann tegur við ábyrgdini sum skipari fyri fyrstu ferð.

Um túrin vestur um hav siga teir at hann fer at taka um 6-7 samdøgur. Tað ljóðar frá góðum fiskiskapi vestanfyri. Manningin á Klakki teldur 17 mans og ein eftirlitsmaður frá Vørn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Hallur Hansson hevur ikki tapt á føroysk…