Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast undirskriftin nokk framvegis manglaði, var nøgdin av makreli røtt. | Mynd: Norðlýsið.

Norðlýsið eftirfarandi um makrelin – bíða eftir sildini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.06.2024 - 22:28 Politikkur Vinna

Norðlýsið fekk nógv at hoyra fyri, at blaðið skrivaði 29. mai, at strandalandasáttmáli var undirskrivaður. Og tað rætta hevði verið at skrivað, at avgerðin var tikin tá. Men nú kann staðfestast, at tølini fyri makrel vóru røtt. Nøgdin av makreli í okkara lut minkaði sera nógv, niður í tey 89.000 tonsini, sum Norðlýsið skrivaði.

Í semjuni, sum nú er undirskrivað, stendur, at fundir vóru í Keypmannahavn í apríl og mai 2024, ið so merkir, at samráðingarfundir ikki hava verið nú í juni. Norðlýsið skrivaði ultimo mai, at úrslitið av samráðingunum bleiv 89.000 tons av makreli í okkara lut, og talið vísti seg at vera 88.800 tons. Ella “umleið 90.000 tons”, sum Kringvarpið nevnir.

At blaðið kom tíðliga út við søguni var ikki minst fyri at bera tíðindini, áðrenn spinndoktarar og/ella politikarar høvdu pyntað uppá tey, sum teir nú hava gjørt við at siga, at hóast kvotan er nógv minni, so er avtalan góð allíkavæl, tí tað verður skjótari at fiska o.a.

Atfinnararnir hava tó rætt í, at vit ikki skuldu havt skrivað, at avtalan var undirskrivað tá. Heldur skuldi tað verið orðað øðrvísi, t.d. at avgerðin var tikin tá. Men tølunum feiltu onki; nøgdin minkaði sum skrivað nógv, niður til tað talið, sum Norðlýsið upplýsti. 

Enn hava vit ikki frætt endaliga um sildina. Har skrivaði Norðlýsið 29. mai, at talan fer at vera um 39.000 tons av sild. Nú fáa vit so at síggja, um undirskrivaða semjan ikki eisini man siga tað. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Hallur Hansson hevur ikki tapt á føroysk…