Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mál um kynslig brotsverk á internetinum

SKRIVAÐ: Føroya Politi  |  18.06.2024 - 10:04 Tíðindaskriv

Føroya Rættur viðger í morgin eitt mál um kynslig brotsverk móti børnum framt á internetinum

 

 

Í januar 2024 handtók og skuldsetti Føroya Politi ein mann í 50-unum fyri at fremja kynslig brotsverk á internetinum. Í sambandi við handtøkuna bleiv húsarannsókn eisini framd og hald bleiv lagt á ymsar teldulutir. Tann skuldsetti hevur verið varðhaldsfongslaður síðan handtøkuna, og kanningararbeiðið er nú liðugt.

Maðurin er millum annað skuldsettur fyri at hava deilt yvir 50 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi og at hava í varðveitslu yvir 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi.

Haraftrat er hann skuldsettur fyri, á sosiala miðlinum Twitter nú nevnt "X", í fýra umførum at hava viðvirkað til roynd at neyðtaka børn undir 12 ár við at hava eggjað aðrar brúkarar uttanfyri Føroyar at neyðtaka børn og at hava vegleitt hesar persónar um, hvørjar kynsligar gerðir teir skuldu gera móti børnunum.

Málið verður viðgjørt í Føroya Rætti í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Hallur Hansson hevur ikki tapt á føroysk…