Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta er Differdange 03

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.06.2024 - 13:45 Ítrottur Tíðindi

Vit hava hugt eftir liðnum, sum KÍ skal møta í Champions League.

KÍ skal møta meistarunum úr Luksemborg í 1. umfari í Champions League. Hyggur man eftir virðinum, so var hetta liðið, sum sambært Transfermarkt hevði lægst virði. €2.39m. er virði, har KÍ hevur eitt virði á €2.98m. Differdange vann í summar sítt fyrsta meistaraheitið síðani 1979. Á styrkislistanum fyri feløg liggja Føroyar nummar 35, meðan Luksemborg liggur nr. 47. Tann styrkislistin er gjørdur útfrá úrslitunum síðstu fimm árini. Men um hugt verður eftir úrslitunum hjá liðum úr Luksemborg í fjør, so slerdu tey lið úr Írlandi og Kosovo út og spældu longda leiktíð móti liðum úr Danmark og Slovenia.

 


Nógvir útlendingar

Sambært Transfermarkt eru 21 av 29 leikarar í hópinum útlendingar. Venjari er Pedro Resende úr Portugal. Hann hevur verið venjari í eitt ár, men hevur eisini verið venjari fyrr hjá sama felag Hann hevur fýra altjóða dystir á baki við liðnum. Tveir javnleikir og tvey tap móti Maribor og Ljubljana úr Slovenia. Bæði tapini vóru tepur við einum máli.

 


Nakað av altjóða royndum

Differdange 03 hevur nakað av altjóða royndum síðstu árini. Síðstu 9 uppgerðirnar hevur liðið samanlagt tapt 8 ferðir. Í 2015 vann liðið samanlagt á Bala Town úr Wales. Nógv av tapunum hava samanlagt verið tepur, bara einaferð við meir enn tveimum málum og sum oftast hava mótstøðuliðini verið á pappírinum væl betri.

 


Verða ikki í dystarvenjing

Ein fyrimunur sum KÍ fær er, at Differdange verður ikki í dystarvenjing. Kappingin endaði 26. mai og vanliga byrjar hon ikki aftur fyrr enn fyrst í august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur