Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein ófantalig órógvan!

SKRIVAÐ: Lena Askham  |  20.06.2024 - 16:11 Lesarabrøv Tíðindi

Sum starvsfólk á Skálagarðið í Klaksvík, har fólk við seinheilaskaða búgva, eri eg sera stúrin um búfólkini og mínar starvsfelagar

 

 


1. mars 23 lat heimið upp. Ein sólskinssøga fyri allar Føroyar, fyrsta av sínum slag. Heitið "seinheilaskaði" var mær kent, hevði verið hjálpari hjá borgara í nøkur ár. 

Hesin borgari flutti á Skálagarð og flutti eg við sum starvsfólk. 

Øll byrjan kann vera trupul og fyri stóra starvsfólkahópin var seinheilaskaða ikki so kent. Vit vóru tó øll somul íðin at gera okkara besta. 

Fyri nøkur starvsfólk bleiv avbjóðingin ov stór so tey fóru í onnur størv. 

Búfólkini komu úr øllum Føroyum. Nøkur fastbúgvandi og onnur til umlætting. Nøkur tíðarskeiðir vóru 10 fólk samstundis. 

Mær dámar væl leiðaran. Dugnalig og jarðbundin. Var millum okkum dagliga og veitti hjálpandi hond og vegleiðing tá á stóð. 

So við og við legðist dagligdagurin í fasta legu. Allar venjingar og tænastur, ið borgarnir høvdu tørv á blivu upprættaðar ss Fys, ergo, talilærari, frisør, tannreins, fótarøkt, ymisk vælvera og somuleiðis andaktir við gleðiboðskapið og góðum sangum. 

Eg hevði eina góða kenslu av at avvarðandi vóru glað fyri Skálagarð. Og hóast langa frástøðu hjá fleiri so vitjaðu tey trúføst og sýndu takksemi. 

Vit starvsfólk blivu ein góður og sterkur hópur, ið lærdu av hvørjum øðrum og virdu okkara ymiskleika. Kokkur og køksfólk gjørdu sítt til at maturin var góður. 

Somuleiðis kendist tað gott og gleðiligt at síggja búfólkini stuðla hvørjum øðrum og sýna troyst og uppmuntran til hvønn annan. 

Kvøldini á Skálagarðið vóru sera hugnalig, full av látri og stuttligum spurnakappingum. 

Stolt vóru vit saman við leiðarinum tá Heilsufakliga eftirlitið gav okkum rós fyri gott skil á øllum; Somuleiðis Heilsufrøðisliga starvstovan.


So upprann 1. mai 24 og alt tað góða fekk ein bráðan enda. 

Okkara leiðari bleiv burturvíst og fekk forboð at nærkast Skálagarðið.  Síðani hevur eindarleiðarin saman við øðrum leiðarum stýrt Skálagarði.  Eg kunnaði landsstýriskvinnuna í Almannamálum um mína stúran vvk støðuni; eins og stjórin í Almannaverkinum bleiv boðsendur at koma á Skálagarð við eini frágreiðing. Mítt fakfelag er eisini kunna um støðuna. Dagligdagarnir á arbeiðisplássinum blivu tungir og truplir at koma ígjøgnum og til endans bleiv eisini eg sjúkraskriva. 

Nú 5 vikur seinni eri eg farin aftur til arbeiðis. Ja, eg kundi sjúkraskrivast og vera heima og hvíla frá øllum. Men, tann møguleika hava búfólkini tíverri ikki. Hatta er jú teirra heim, sum eitt ófantaligt og illa umhugsa inngreb er gjørt í.  Ímyndi tykkum, hvussu tey og teirra avvarandi hava tað?

Hatta eru tey sárbarastu og hjálparleysu sum á ein ógvusligan hátt eru blivin órógvaði í teirra annars so skerda dagligdegið. 

7 vikur eru nú gingnar og enn er okkara leiðari ikki sloppin inn aftur á Skálagarð.

Tað kann ikki vera rætt at ongin mynduleiki hevur mynduleika at grípa inn og fáa eina loysn á hesi nú alt ov drúgvu ósemju. 

Eg eri takksom at búgva í einum landið har tað er talu og skrivifrælsi, bert spell at maktgirnd hevur so stóra fastatøkur millum mannað. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…