Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jarðhiti og Bora leggja saman í eitt felag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.06.2024 - 10:19 Tíðindi Vinna

Í næstum leggja tvey av teimum stóru jarðhitaborifeløgunum saman. Endamálið er ein meira stabil og framtíðartryggjað veiting

 

 

Feløgini Jarðhiti og Bora virka sum undirveitarar hjá teimum, sum selja jarðhitaloysnir. Uppgávan hjá hesum feløgunum er at bora sjálvt jarðhitaholið, sum kann sigast at vera tann mest sentrali parturin av einari jarðhitaloysn. Við samanleggingini fáast nakrir stórrakstrarfyrimunir, so nýggja felagið enn betur kann vera eitt framtíðar grundarlag undir grønum orkuloysnum í Føroyum.
 
Jarðhiti snýr seg heilt einfalt um, at ein væta verður pumpað – ígjøgnum eitt borað hol – niður í undirgrundina, har tað verður hitað nakað. Hitamunurin niðri í jørðini er tó nóg stórur, at vætan gerst fleiri stig heitari, og harvið skal munandi minni orka til at røkka nýtsluhita til td. radiatorar og heittvatnskranar. Eitt jarðhitahol er millum 150 og 400 metrar djúpt.
 
Bora og Jarðhiti hava borað fleiri enn 2000 jarðhitahol til samans, og harvið verið við til at minkað CO2-útlátið frá føroyskum húsarhaldum munandi. Eisini eru boð eftir feløgunum; tá ið kjarnu- og royndarboringar verða gjørdar, eitt nú í sambandi við tunnilsarbeiði.
 
Nýggja felagið, fer at hava adressu á Akranesgøtu í Havn og á Faktorsvegnum í Klaksvík við Ørvi Heinesen, sum stjóra.

 
Tá tú framyvir fert at keypa eina jarðhitaloysn frá føroyskum veitara, so vóna vit, at tað verður tað samalagda felagið sum borar jarðhitaholið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður