Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør er Joseph Michael Williams?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.06.2024 - 08:44 Ítrottur Tíðindi

KÍ kunngjørdi í gjár nýggjan álopsleikara.

KÍ kunngjørdi í gjárkvøldið nýggjan álopsleikara. Talan er um 23 ára gamla norska leikaran Joseph Michael Williams. At KÍ hevur brúk fyri at styrkja um álopspartin er einki at ivast í.KÍ hevur bara skorað 26 mál í 14 umførum og tað eru fýra lið, sum hava skorað fleiri mál. Tó hevur KÍ havt ein álopsleikara, sum hevur avrikað, tí Páll A. Klettskarð er toppskjútti í deildini við 12 málum. Næstur á listanum er miðverjin Cedric Yambere við fýra málum.

So kann ein spyrja, um tað er rætt at keypa ein álopsleikara heldur enn ein skapandi miðvallarleikara, har KÍ stórt sæð bara hevur Árna Frederiksberg. Kanska hevur skaðasøgan og aldurin spælt inn, tí 34 ára gamli Páll hevur ikki havt eitt kappingarár síðani 2018, har hann hevur byrja at kalla allar landskappingardystirnar og verður hann skaddur, so hevur KÍ fáar aðrar møguleikar. Harafturat er altíð týdningarmikið at hava leikarar á bonkinum at seta inn, sum kunnu gera mun.

 


Toppaði undir Espen Haug

Vit hava hugt eftir, hvar hann hevur spælt síðstu árini og hvussu hevur gingist.

Í 2020 spældi hann við Sandefjord í bestu norsku deildini. Har var hansara leiklutur tað mesta sum innskiftari. Tilsamans spældi hann 370 minuttir og skeyt einki mál.

Í 2021 spældi hann í triðbestu deildini, har hann skoraði 5 mál í 17 dystum fyri feløgini Florø og Øygarden.

Í 2022 spældi hann í næstbestu deildini á Kypros, men har hava vit ikki funnið hagtølini.

Í 2023 spældi hann fyri Gjøvik-Lyn í triðbestu deildini og tað er nokk útfrá hesum árinum, at KÍ hevur gjørt sáttmála við hann. Tí hansara venjari var Espen Haug, sum væntast at blíva KÍ-venjari restina av 2024. Hetta árið undir Espen Haug skoraði hann seks mál í 10 dystum í landskappingini. Síðstu 10 av 12 dystunum spældi hann ikki, men um tað var vegna skaðar ella ikki er óvist.

Í 2024 hevur hann spælt við Arendal í triðbestu norsku deildini. Har spældi hann 11 dystir, harav 10 heilar, og skoraði eitt mál. Hann er í dystarvenjing, tí hann spældi dyst 15. juni og kanska leygardagin (eingin kunning um tann dystin er okkum tøk enn).

KÍ fær brúk fyri Joseph Michael Williams beinanvegin, tí undan týdningarmiklu Champions League dystunum móti Differdange 03 standa tveir týðandi dystir í kappingini um bronsuna hjá KÍ móti NSÍ og B36. Bronsan er síðsta plássið sum við vissu gevur altjóða luttøku í 2025, um B36 ikki endar í topp 4.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Nøglin
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia
Nýggja dokkin er ávegis
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna
Nøglin beinleiðis í morgin kl. 15
Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn l…
Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ
Søguligt fyl vekir nýggja vón fyri tað á…