Lýsing
Lýsing
Lýsing

Strandferðslan setir nú bíleggingarskipanina í verk á øllum sjóvegis farleiðunum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.07.2024 - 19:33 Tíðindaskriv

Eftir at bíleggingarskipanin nú er sett í verk á Mykinesleiðini, Kalsoyarleiðini og Suðuroyarleiðini, standa hinar farleiðirnar fyri tørni. Fyrsta dagin verður tað Skúvoyarleiðin, har ið Sildberin, síðani upplatingina av Sandoyartunlinum, hevur flutt munandi fleiri ferðafólk.

 

 

Um einar tvær vikur verður skipanin sett í verk á Hestleiðini, har ið Erla Kongsdóttir, sum tekur tríggjar vanligar bilar ella ein størri bil, nú er í fastari sigling. Størri farmatúrar út í Hest fara størri skip hjá Strandferðsluni at røkja.

Um ein mánaða verður tað so Nólsoyarleiðin, har ið Teistin er í sigling, ið fer at virka við bíleggingarskipan. Bíleggingarskipanin virkar væl umborð á Sam, Jósupi og Smyrli, tó at í kjalarvørrinum av nýggjum íverksetanum skulu altíð broytingar og tillagingar gerast.

Tvær ferjur hjá Strandferðsluni flyta einans ferðafólk: Jósup og Sildberin. Hinar ferjurnar flyta bæði ferðafólk og akfør: Sam, Teistin, Ternan, Smyril og Erla Kongsdóttir. Harumframt er tað Ritan, sum við krana kann flyta akfør. Á Smyrli umfatar bíleggingarskipanin beint nú bara akfar og førara. Arbeitt verður við at fáa skipanina at umfata øll ferðafólk.

Síðsta farleiðin av íalt sjey farleiðum, ið skal hava skipan við bílegging, er Fugloyar- og Svínoyarleiðin, har ið 53 ára gamla Ritan hevur verið í fastari sigling síðani 2010, tá ið hon kom av Nólsoyarleiðini og avloysti træskipið Másan.

Farleiðin fevnir um tvær oyggjar og onkuntíð upp til fýra havnir. Ritan sigir vanliga úr Hvannasundi á Viðoy til Eiðið vestanfyri Svínoyar bygd og síðani til Kirkju sunnanfyri á Fugloy. Hinar báðar havnirnar eru Víkin við Svínoyar bygd og Hattarvík, ið er eystasta bygd í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…