Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórfingin 20 ára jubileumskonsert

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.07.2024 - 10:54 Mentan Tíðindi

Í ár verður Summar Festivalurin 20 ár, og tað verður hildið stórfingnari fagnaðarkonsert

 

 

Hóskvøldið á ársins festivali fer Summar Festivalurin at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðani fyrsti festivalurin varð hildin á Vágsbø í Klaksvík.

Fyrsti festivalurin var í føgrum summarveðri í 2004, og eftir fáum árum vaks Summar Festivalurin seg til landsins størsta tónleikatiltak. Síðani hava heimsnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Mika, Cliff Richard, Melanie C, Alan Walker, Ronan Keating, Suzi Quatro og Twisted Sister spælt á Summar Festivalinum. Hundraðtals føoyskir bólkar og solistar hava eisini framført.

Nú Summar Festivalurin rundar 20 ár, verður tað hildið við stórfingnari jubileumskonsert, har bæði føroyskir og útlendskir sangarar og tónleikarar luttaka.

Á konsertini verður eitt gott og fjølbroytt úrval av sangum, sum hava verið spældir á Summar Festivalinum ígjøgnum árini, framførdir. Talan verður bæði um einstakar sangir, sum artistarnir sjálvir framføra, og sangir og sirpur, har góðir sangarar tulka heimshitt, sum hava ljómað á Vágsbø.

Millum nøvnini, sum fara at framføra á konsertini, verða Lena Anderssen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Karl Martin Samuelsen. Eisini verður okkurt yvirraskilsi.

Lagt verður upp til eina fjølbroytta og fangandi fagnaðarkonsert, har teir góðu og kendu sangirnir vera í miðdeplinum. Hetta verður ein minnilig løta á ársins festivali.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
A: Valkafé í Skálanum
Fingrar­nar vekk frá tíggjunda!
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld
9 norð­oy­ingar vilja á Fólkating
Tað er blivið ov dýrt at búgva í Føroyum…
Felags valkáfe í Varpinum
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
Almennur valfundur í Varpinum
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…