Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Kjølbro er tikin úr leikum sum fyrilestrarhaldari. Hann svaraði hópin av spurningum frá teimum uppmøttu | Mynd: Jóhann Lützen

Veðurstova Føroya vil út til fólkið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2024 - 13:59 Myndarøð Tíðindi Veðrið Vinna

Veðurkøni Hanus Kjølbro helt týskvøldið 13. august ein fyrilestur við heitinum ”Hvussu verður veðrið?” í Stórustovu á Sjónámi í Klaksvík. Fyrilesturin snúði seg um virksemið hjá Veðurstovu Føroya. Undirtøkan var góð, tí eini 70 fólk komu at hoyra fyrilesturin, og fólk lurtaðu virkin og áhugað og settu stak kvalifiseraðar spurningar, sigur Hanus.

 

 

Hanus Kjølbro legði út við at greiða frá um Veðurstovuna, starvsfólk og arbeiðssetningar har, og treiv so í ein vanligan arbeiðsdag hjá einum veðurfrøðingi, hvat teir notera gjøgnum dagin og annars hava av uppgávum.

Hanus sjálvur byrjaði í tí heilt smáa. Í fyrstuni legði hann nakrar Facebook-dagføringar út í 2010, og gongdin frá tá av og til nú við higartil 73 sendingunum í sjónvarpinum, sum hava verið at sæð higartil, var, at Hanus hevur skrivað veðurtíðindini hjá Norðlýsinum í fleiri ár, og hann er eisini kontaktaður av útvarpsmiðli. Tað er í hesum árum, at tað fór frá at vera statusdagføringar til verulig veðurtíðindi.

At vera veðurfrøðingur er ikki bara at lesa veðurkort, sigur Hanus. Fólk eru á vakt mánadag til fríggjadag, har tey m.a. dagføra heimasíðuna við teksti. Eisini mugu veðurfrøðingarnir hugsa væl um, hvat teir siga ella skriva, tí tað er langt frá altíð, at móttakararnir skilja tað eins. Tað er neyðugt at vera nærlagdur og greiður í tí, ein sigur, og eisini at hugsa um tónalag, hugburð og tílíkt, sigur Hanus. Tað kom eitt sindur óvart á hann í byrjanini, hvussu nógv tílíkt hevur at siga í veðurfrøðiyrkinum.

Ein annar partur av yrkinum er at vitja runt umkring í Føroyum og vitja føroyingar har, teir eru, at tosa um eitt nú veður-ættir, og eitt tílíkt prát tekur vanliga millum 2 og 4 tímar. Síðani skulu myndir takast og alt skrivast inn á telduna. Umframt tað fakliga fær ein nógv burturúr sosialt, og tað er ikki sørt, at okkurt vinarlag verður knýtt. Ein av afturvendandi spurningunum hjá Hanusi er eitt nú, hvør er versta ættin á hvørjum plássi.

Higartil er Hanus komin runt í Fugloy, Suðuroy, Skúvoy og Vágum, har hann hevur tosað við heimildarfólk. Men alt er ikki so formligt, sigur Hanus Kjølbro, og nevnir eitt dømi um, at hann sat í einum brúdleypi og kom í prát við ein mann úr Fámjin, sum ”visti alt um veður og vind”, sum Hanus orðar tað, og teir avtalaðu so at hittast aftur í Fámjin.

Til fyrilesturin á Sjónámi var fundarfólkið íðið at seta spurningar. Spurningarnir spentu víða og fevndu breitt. Hanus Kjølbro hevur hug til at nevna spurningar frá tveimum útróðrarmonnum fram, tí teir vóru sera væl grundaðir, og tað merktist, at menninir høvdu sera stóra vitan innan økið.

Tá ið tað kemur til sjónvarpsveðrið, sum Hanus er vorðin mest kendur fyri í seinastuni, so leggur hann dent á at samskifta á ein hátt, sum fevnir breitt, tí hyggjaraskarin fær valla verið meira blandaður. Har sigur Hanus, at tað gevur ikki so góða meining fyri tey at leggja seg eftir at miðla vitanina til fakkøn fólk, tí vanliga vita veðurtíðindini tað frammanundan. Heldur verður roynt at leggja seg eftir meiniga borgaranum; bæði teimum, sum hava tørv á at vita, hvussu líkindini verða ávísar dagar, og teimum, ella bert hava áhuga fyri veðri.

Spurdur um framtíðarútlitini hjá Veðurstovuni svarar Hanus, at hon framvegis er í menning, og at tvey starvsfólk eru sett afturat verandi manning, og tey skulu nú lærast upp, sigur Hanus Kjølbro at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær heldur onki í ár
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Prógvhandan fyri húsasmið- og maskinlærl…
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…