Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Vunnu fyrstu 63 minuttirnar 8-3 og taptu síðstu minuttirnar 5-0

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.09.2024 - 14:52 Ítrottur Tíðindi

Reyð kort spældu ein leiklut allar uppgerðirnar.

Taka vit Malmø burturúr samanberingini, tí tað var eitt lið, sum var nógv betri uppá nógvar mátar enn hini mótstøðuliðini, so spældi KÍ seks altjóða dystir í summar.

Í hesum seks dystunum vann KÍ tveir, spældu tveir javnar og taptu tveir. Málmunurin var 8-8.

Síðsta KÍ málið í teimum seks dystunum móti Differdange 03, Borac Banja Luka og HJK Helsinki bleiv skorað í 63. minutti av teimum tilsamans átta málunum. KÍ vann sostatt fyrstu 63 minuttirnar í teimum seks dystunum 8-3.

Hinvegin fóru fimm av málunum ígjøgnum móti Differdange 03, Borac Banja Luka og HJK Helsinki ígjøgnum frá 82. minutti ella seinni av teimum tilsamans átta málunum. KÍ tapti sostatt síðstu løtuna av teimum seks dystunum 5-0. Har skal sigast, at í eina dystinum bleiv longd leiktíð.

Reyð kort ávirkaðu allar uppgerðirnar. Móti Differdange 03 fekk eins leikari hjá teimnum reytt kort í fyrra hálvleiki í seinna dystinum. Móti Borac Banja Luka fekk ein leikari hjá teimum reytt kort í fyrra hálvleiki í fyrra dystinum. Og móti HJK Helsinki fekk KÍ ein leikara útvístan í fyrra hálvleiki í fyrra dystinum og ein leikara útvístan í seinna hálvleiki í seinna dystinum. KÍ spældi sostatt nærum helvtina av tíðini tilsamans í undirtali móti HJK Helsinki, og tað hevði helst sína ávirkan á, at HJK Helsinki skoraði mál í yvirtíðini báðar dystirnar, tá orkan hjá undirmannaðu KÍ-leikarunum gekk undan. Hinvegin dugdi KÍ als ikki at gagnnýta hálvleikin, har KÍ spældi í yvirtali móti Borac Banja Luka á heimavølli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…