Lýsing
Lýsing
Mynd: Karin Kirke Petersen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  08.09.2024 - 21:13 Tíðindi Veðrið

September er byrjaður væl. Gott veður flestu dagar við lýðku – tó at onkra løtu hevur veðrið verið eitt sindur keðiligt. Lágtrýstini við vindi og regni hava fyri tað mesta hildið seg langt vestan fyri Føroyar, og ístaðin hava hátrýst og hátrýstryggir lagt seg yvir økið kring okkum við lítlum ella ongum vindi og klárum lofti.

Soleiðis fer veðrið ikki at vera í vikuni, sum stendur fyri framman. Í morgin fer eitt lágtrýstøki at menna seg eystanfyri og í Norðsjónum, og tað fer at hava við sær, at køld luft fer at reka ímóti okkum. Fleiri dagar fer lotið at vera heilt frískt við vetrarligum avfalli. Kanska fer tað at vera hvítt í erva í teim hægstu fjøllunum norðanfyri í miðvikuni og dagarnar aftaná.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Fyrrapartin 3 til 8 m/s vestan, smáskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin samdrigið og ælaveður ella regn. Sum frálíður fer ættin upp í norðan, og um kvøldið slítur í. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagin:

Um náttina 5 til 10 m/s norðan, skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið, men um morgunin 3 til 8 m/s av útnyrðingi, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum erva eisini kanska vátakavi. Hitin 5 til 9 stig.  

Mikudagin:

Um náttin 8 til 13 m/s norðan, skýggjað og ælaveður. Um morgunin veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s, og tað verður veðrið restina av degnum: skýggjað og ælaveður, kanska hvítt í erva har fjøllini eru høg. Hitin 4 til 9 stig.

Hósdagin:

10 til 15 m/s norðan, sum fram ímóti morgni fer í útnyrðing, skýggjað og ælaveður, kanska eisini við vátakava í erva. Um kvøldið gongur hann niður ímóti vestri, skýloftið skiftandi og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadagin:

Um náttina minkandi vindur úr 10 til 15 m/s niður í 3 til 8 m/s vestaneftir. Skýloftið skiftandi og yvirhøvur turt. Um seinnapartin fer ættin at lækka, og um kvøldið er hon komin niður í sunnan, og vindferðin minkað niður í eitt lítið lot, 5 m/s ella minni. Hitin um náttina og morgunin 4-6 stig, men tá ið hann er lækkaður, fer hitalagið uppaftur í 10-12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein av manning­ini latið lív
Spreinging í maskinrúmi­num á Glyvursnesi
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli