Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Hallur Hansson hevur ikki tapt á føroyskari jørð við KÍ enn

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.09.2024 - 09:17 Ítrottur Tíðindi

Royndi miðvallarleikarin tykist verða komin fyri seg.

Hóast hann lenaði seg upp móti einum reyðum korti, tá hann gjørdi trý lítil fríspørk eftir, at hann hevði fingið gult kort, so fullførdi Hallur Hansson dystin í Sarpugerði. Hallur hevur havt eina avbjóðandi byrjan í KÍ. Hann kom til KÍ meðan hann var í uppvenjing eftir ein ógvusligan krossbandsskaða. Og tað gekk ikki leingi til afturstigini komu, og tað var ikki fyrr enn í summar at hann byrjaði at spæla regluliga. Hallur segði við FM1 fyri stuttari tíð síðani, at knæðið er ikki á sama stigi sum áðrenn skaðan, men at tað gongur framá og at hann nú fær spælt.

Hallur hevur fingið góð úrslit í teimum dystunum hann hevur spælt. Á føroyskari jørð hevur hann sambært FaroeSoccer spælt 19 dystir fyri KÍ og ongan tapt. Tá eru altjóða dystir sum móti Hacken, Molde, Sheriff, Ljubljana, Malmø, Banja Luka og HJK Helsinki millum teir dystirnar.

KÍ hevur dystir eftir í ár móti 07 Vestur, NSÍ, B36 og ÍF.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Hallur Hansson hevur ikki tapt á føroysk…