Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru opnir til 2025

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.09.2024 - 20:07 Ítrottur Tíðindi

Toppskjúttin í KÍ-søguni hevur ongan sáttmála um nakrar vikur. Og hann letur nú møguleikan upp fyri at skifta felag í vetur.

Støðan hjá KÍ við sáttmálum til 2025 er rættiliga margháttlig. Av fyrstu 11 í Sarpugerði í gjár, so vóru sjey leikarar, sum ongan sáttmála hava fyri 2025. Og tá er liðskiparin Jákup B. Andreasen skaddur og hevði tí eisini verið í uppstillingini, um hann var tøkur. Hinvegin hava nógvir av teimum, sum sita á bonkinum, sáttmála fyri 2025.

34 ára gamli Páll A. Klettskarð eigur metið fyri flest mál í KÍ-søguni. Hann er eisini greiður toppskjútti í ár og aldurin tykist enn ikki verða nøkur forðing fyri at skora nógv mál. Men Páll, sum hevur spælt við KÍ á hvørjum ári síðani 2012, hevur ongan sáttmála fyri 2025. Televarpið spurdi hann um 2025 eftir dystin í Sarpugerði, og tá lat hann hurðina upp fyri møguleikanum at skifta felag.

- Eg havi onga støðu tikið enn. Allir møguleikar eru opnir. Tað er gongd í ymiskum, men tað taka vit, sum tað kemur, segði Páll A. Klettskarð við Televarpið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Hallur Hansson hevur ikki tapt á føroysk…