Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík Snarathlon

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.09.2024 - 08:00 Ítrottur Tíðindi

Í samband við at Virkið Heyst er í Klaksvík, verður skipað fyri einari avbjóðing í triathlon leygarmorgunin 28. septembur

 

 

Avbjóðingin er ætlað øllum áhugaðum, royndum sum óroyndum. Aldursmark er 11 ár.

Av tí at teinurin ikki er langur, er hetta eitt gott høvi hjá nýggjum íðkarum at royna triathlon.

 

Lýsing av avbjóðingini

Luttikið verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum. Øll royna sama tein ið er 200 m svimjing, 5 km súkkling og 2 km renning.

Skrá

  • Kl. 09.30 innskriving
  • Kl. 10.00 kunningarfundur
  • Kl. 10.20 upphiting
  • Kl. 11.00 startur

 

Tilmelding

Tilmelding til avbjóðingina fer fram á atgongumerki.fo, og tað er ókeypis at luttaka.
Freistin at melda til er fríggjadagin 27. sep kl 12:00.

 

Innskriving og kunningarfundur

Innskriving og kunningarfundur verður í Klaksvíkar Svimjuhøll.

 

Svimjing

Svimjingin verður í Klaksvíkar Svimjuhøll, og verður svomi 200 m, tvs 8 longdir.

 

Súkkling

Samlaða súkklirutan er ca 5 km. Súkkla verður frá Guttabreyt og síðan 3 ferðir runt Eið.

 

Renning

Samlaða rennirutan er 2 km, tvs 5 ferðir runt á rennibreytini.

 

Skiftiøki

Øll skiftir fara fram uttanfyri svimjuhøllina. Hvør luttakari skal hava ein kassa, balju ella líknandi, har klæðir og útgerð hjá viðkomandi skulu verða í.

Trygd

Hjálparfólk verða á svimjirutuni og á vegnum tá súkkla verður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur
Hallur Hansson hevur ikki tapt á føroysk…