Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir vann á KÍF, men tað var um eitt hár gjørt

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  29.09.2024 - 09:46 Ítrottur Tíðindi

Í øllum trimum settunum legði Mjølnir bragdliga fyri og legði seg á odda við nógvum stigum, men hvørja ferð kom KÍF afturíaftur - tó til fánýtis, tí tá settini skuldi avgerast, var Mjølnir kortini omaná.

 

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur):
KÍF – Mjølnir 0-3 (24-26, 26-28, 22-25)

Í fyrsta setti hevði Mjølnir lagt seg á odda 5-1 og 11-6, men KÍF javnaði til 12-12. Mjølnir tók leibrá, men tað hjálpti ikki, tí KÍF fór framum 16-13. Mjølnir tók aftur leikbrá, men KÍF helt á at vinna og legði seg á odda 22-19. Tá kom vend í, og Mjølnir javnaði til 22-22. Nú tók KÍF so leikbrá, og tað hjálpti í fyrsta umfari, tí KÍF fór framum 23-22. Men gleðin var stokkut, tí Mjølnir javnaði aftur og vann settið 26-24 við sínum øðrum settbólti eftir væl plaserað lobb frá Nicolu Toftegaard, sum fangaði kollfirðingarnar á hælinum.

Annað sett var meinlíkt tí fyrsta. Mjølnir legði seg á odda 10-6 og 19-13, men KÍF javnaði til 23-23 og yvirlivdi eisini tríggjar  settbóltar, áðrenn Mjølnir gjørdi sær dælt av tí fjórða og vann settið 28-26. Seinasta duellin var rættiliga long, og tær hjá Mjølni fingu hegnisliga nógvar bóltar uppaftur, sum sóu taptir út, men til síðst vann Mjølnir avgerandi stigið, tá KÍF var dømt fyri at hava verið í netinum.

Í triðja setti tóktisk dysturin avgjørdur, tá Mjølnir streyk framum 12-5 og 16-10, men enn einaferð megnaði KÍF at javna, tá Mjølnir ikki fekk bilbugt við smassjinum frá Elsu Samuelsen, so støðan gjørdist 18-18. KÍF kom í gylta støðu, tá støðan gjørdist, 22-19, men endin gjørdist tó snópisligur fyri kollfirðingar, tí Mjølnir vann næstu seks stigini og settið 25-22.

Dráttur – TB 0-3 (14-25, 12-25, 16-25)
Á Giljanesi hevði TB, sum hevði argentinsku Adrianu Pereyra við aftur, lætt spæl ímóti greipuvinnarunum úr Drátti, sum ikki er sama lið í ár sum seinasta kappingarár. Triðja settið var tað frægasta hjá Drátti, men tað kundi havt endað sum tað ringasta, tá ið TB vann sjey stig á rað og gjørdi tað til 15-6, men seks stig á rað frá Drátti pyntaðu væl um.

 

--------
Í dag eru tveir dystir í Polestar-deildini við monnum:
ÍF – Fleyr kl. 13:00
Ternan – Mjølnir kl. 16

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík fær vitjan av Neistanum
Mjølnir vann á KÍF, men tað var um eitt…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum