Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skalt tú fletta? Minst so til hetta

SKRIVAÐ: irf.fo  |  30.09.2024 - 08:35 Tíðindi

Tað besta fyri umhvørvið er, at tú gagnnýtir sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini. Leivdirnar, sum eru eftir, skulu beinast burtur á rættan hátt. So hevur tú gjørt títt fyri at minka um dálkingina, sum stendst av fletting

 

Her eru 4 burturbeiningarráð:

VÆTA: Lat sum mest av vætu renna frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar.
SKINN: Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
LEIVDIR: Lat innvøl og leivdir í plastposar, og bint fyri, áðrenn tað verður latið í bingjuna.
VEMBUR: Tøm vemburnar, áðrenn tær verða beindar burtur.
 

Lat seyðaskinn til endurnýtslu

Vit heita á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu.

Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata skinn til Oikos, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her.

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.

Fyri at Oikos kann gagnnýta skinnini, er tað sera týdningarmikið, er skinnini verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at tit ansa eftir, at roðin ikki tornar. 

Gevið gætur: Neyðugt er at ringja á tlf. 260026 dagin fyri, tit ætla tykkum á fjall, so Oikos fær sent djóralæknan á rættina. Oikos hevur ikki møguleika at koma út á útoyggj og til Suðuroyar eftir skinnum. Harumframt skal tað nevnast, at Oikos ikki tekur ímóti hvítum seyðaskinnum.

 

Tøm vemburnar

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

 

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?

Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Tá Norðlýsið fylti 110
Luitjen pressar!
Hálvfinalur í BÓNUS kappingini
Líðin og Leiti hagafund
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Størsti sigur hjá KÍ á HB síðani 1970
Myndarøð: HB fekk avsmurning í Klaksvík…
KÍ vann stórsigur á HB
Nógv fólk í Svínoy
Forvitnis­lig framsýning á Viðareiði á pá…
Lívið nær Gudi givin útaftur
Lova HARRANUM! - Páskastevna í Bylgjun…
Upptakt: KÍ-HB
Høgni í knúsandi álopi!
Karla Dánjalsson 95 ár
Lok lagt á Hotellið
Góðir dagar í Víkunum við Jógvan Páll La…
KÍ dømt at tapa 3-0
Norð­oyggjar hava brúk fyri Norð­lýsinum
KÍ-HB í toppdysti skírisdag