Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjóðleikhúsið nógv skert

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2024 - 10:00 Mentan Tíðindi

Um tað er rokilsið rundan um staðsetingina ella góðu spariráðini frá Norðlýsinum, sum er orsøkin, vita vit ikki, men sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá Ruth Vang verður játtanin til Tjóðleikhúsið nógv minni enn áður ætlað komandi árini

 

 

Í dagførdu fíggjarlógini fyri 2024 stendur, at Tjóðleikhúsið fær 6 milliónir í 2024 og ætlast (Æ í fíggjarlógini) at fáa 10 milliónir bæði í 2025 og 2026. Eisini stendur, at játtanin skal fara til ”bygging og løguframleiðslu”. Tilsamans skuldi Tjóðleikhúsið fáa 26 milliónir árini 2024-2026.

Men sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025, sum lagt varð fram í gjár, er upphæddin nógv skerd. Fyri 2024 standa framvegis 6 milliónir, men í 2025 verða bara 2 mió. játtaðar, og í 2026 og 2027 ætlast játtaðar 4 milliónir um árið. Fyri árini 2024-2026 verða sostatt játtaðar 12 milliónir, minni enn helvtin av tí, sum fíggjarlógin frá 2024 boðaði frá.  

Viðmerkjast skal, at landsstýriskvinnan fær heimild at flyta óbrúkta játtan til komandi fíggjarár.

Ikki sørt av órógvi hevur verið kring Tjóðleikhúsið seinastu tíðina, har býráðslimur í Tórshavnar Býráði er rýmdur úr egnum politiskum flokki í protest, Strandferðslan hevur boðað frá, at staðsetingin av Tjóðleikhúsinum ger tað ógjørligt at halda ferðaætlanina hjá Smyrli, og Tórshavnar Havn hevur somuleiðis fráboðað, at staðsetingin á Bursatanga fer at elva til ruðuleika.

Borgarstjórin í Runavík hevur bjóðað Tjóðleikhúsinum at verða staðsett í Runavíkar Kommunu, meðan borgarstjórin í Havn heldur upp á sítt og bedýrar, at gott pláss er fyri øllum í Havn.

Norðlýsið viðgjørdi í greinarøð fyrr í ár møguligar sparingar á fíggjarlógini, og millum uppskotini var eitt um at skipa Tjóðpall Føroya sum ein mobilan tjóðpall, har tey mongu lokalu sjónleikarahúsini kring landið, sum eldsálir og kommunur hava gjørt íløgur í, verða gagnnýttar soleiðis, at eisini tjóðpallurin fær framført sínar leikir úti kring landið. Tað hevði verið at fingið 2 flugur við einum smekki, tí hetta hevði eisini gjørt, at tjóðpallurin við síni leiklist v.m. kom munandi fleiri av íbúgvunum í Føroyar til góðar.

Fíggjarlógaruppskotið undirstrikar, at Landskassin átekur sær at gjalda ein triðing av Tjóðleikhúsinum, men í mesta lagi 200 milliónir. Tað samsvarar væl við, at Landsverk hevur mett Tjóðleikhúsið at kosta tilsamans 600 milliónir, harav landið rindar max. 200 mió. og uttanhýsis fígging rindar 400 mió. Gerst Tjóðleikhúsið dýrari enn 600 mió. (minnast tit Glasir og H-bygningin?), verður allur meirkostnaðurin goldin við uttanhýsis fígging; eitt landsstýrisfólk fer ikki í Løgtingið við eykajáttanarumbøn.

Hetta tryggjar sjálvsagt landskassan, men ger tað samstundis meira váðafult fyri uttanhýsis fíggjararnar, sum við hesari ásetingini koma at hanga upp á allan meirkostnað, ið møguliga kundi komið omaná verkætlanina.

Alt bendir nú á, at Tjóðleikhúsið verður skotið nøkur ár út í framtíðina. Og tað fer møguliga at hava við sær eina endurskoðan av øllum konseptinum. Møguliga til tað betra. Men áðrenn tað hendir, fáa vit eitt kommunuvalstríð, har fólk kunnu verða vald inn og falla, sum hava sterkar meiningar um tjóðleikhúsið, og hetta kann eisini flyta áskoðanir og møguliga avgerðir.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Nils Jákup Absalonsen
Birkblog Ummæli: Klintrimús
Altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða
Vel eina sterka rødd í býráðið
Myndarøð: Føroyar Portugal U21 - 1-3
Føroyar vóru fáar minuttir frá stóru sen…
Er Breddin ein valsending?
Hvussu hevur tú tað?
Veðrið um vikuskiftið
Undurfulla Norðlýsið
Vit vóna at heimavøllu­rin kann hjálpa ok…
Roykstovan, Heystglóð, Evropa flogbóltur…
Útróðrartíðindi
Vit leita enn eftir valevnum
Tveir nýggir IRONMAN
Múlaepl­ini hjá 5.a.
Komandi heimsstjørnur hjá Portugal í Kla…
Myndarøð: Føroyar - Armenia
Flygilfagnaður í Varpinum
Býráðsfundu­rin útsettur til 14 oktober