Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nevndin í Róðrarsamband Føroya er aftur fullmannað

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.10.2024 - 09:47 Ítrottur Tíðindi

Tað eydnaðist at manna nevndini í síðstu løtu.

RSF skrivaði í gjárkvøldið:

Nevndin í Róðrarsamband Føroya er aftur fullmannað

Eykaaðalfundur varð hildin í kvøld í Róðrarsambandi Føroya, har val av nevndarlimum var einasta evnið á skránni.

Ein verandi nevndarlimur stillaði upp til formanssessin, meðan eitt nýtt valevni stillaði upp til næstformannssessin. Bæði vórðu einmalt vald av teimum 19 feløgunum, sum høvdu valrætt á fundinum.

Nýggja nevndin í Róðrarsamband Føroya er nú hendan:

Petur Hansen, formaður
Vár Guriardóttir Hansen, næstforkvinna
Mira Winther Klit, nevndarlimur
Rebekka Jacobsen, nevndarlimur
Henrik Rahbek, nevndarlimur
Unn Eldevig Petersen, nevndarlimur
Eykalimir:

Jógvan S. Joensen
Elias Zachariassen
Við hesum er nevndin aftur fullmannað, og Róðrarsambandið heldur fram við nýggjum kreftum í nevndini.

Vit ynskja nývaldu nevndarlimunum blíðan byrð og gott áralag í tíðini sum kemur.

Samstundis vilja vit  nýta høvið at takka fráfarandi nevndarlimum fyri teirra frívilliga íkast til tjóðarítróttina. Arbeiðið hjá sambandinum hevur verið í rúkandi menning seinastu árini, og tað sæst aftur í vaksandi áhuganum hjá okkara ungdómi at luttaka í kapp- og inniróðri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Signhild: Mentan snýr seg um menniskju o…
Jólatræið tendrað er
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum
Bókaummæli: Kynstrið at halda frí
Jólaløtan saman við B24y
Tussj: - Tað lá í kortunum, at eg gjørdi…
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…