Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stilla upp um tú hevur eina jaliga visjón

SKRIVAÐ: demokratia.fo  |  01.10.2024 - 16:40 Politikkur Tíðindi

Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Tann fyrsta er Marita Sumberg.

 

 

Navn: Marita Sumberg

Kommuna: Viðareiðis kommuna

Borgarligt starv: Sjúkrarøktarfrøðingur á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Politisk álitisstørv og tíðarskeið í politikki: Havi sitið sum kommunustýrislimur í Viðareiðis kommunu frá valskeiðnum 2016 - 2020, og frá januar 2021 havi eg sitið sum borgarstjóri í kommununi.

Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Eitt, sum er gott við at sita í kommunustýrinum er, at tú fært eina vitan um, hvat rørir seg í kommununi, og tú kanst hava eina ávirkan á at betra um viðurskifti, sum ikki eru heilt nøktandi ella mangla.

Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Í einari lítlari kommunu eru ikki eins nógvar nevndir, sum í teimum stóru kommununum. Hetta ger, at ein fær eina greiða vitan um, hvat gongur fyri seg á øllum økjum. Tað er av stórum týdningi, at hugt verður eftir kommununi sum ein heild, so arbeiðið kann fevna so fjølbroytt sum gjørligt á øllum økjum.


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Míni hjartamál í kommunupolitikki eru, at bygdin skal verða eitt gott stað fyri allar aldursbólkar at virka og liva í. At barnaansingin er nøktandi, at ungdómurin trívist og at tey eldru kunnu fáa ein so góðan og virðiligan aldurdóm í bygdini, sum møguligt.

Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Eg valdi at stilla upp, fyri at kunna sleppa at gera mun og vera við til at fáa míni hjartamál ígjøgnum.

Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? 
Eg eri serliga glað fyri, at:

  • arbeiðið við at byggja nýggjan dagstovn er byrjað.
  • vit hava fingið eitt stað til ungdómin, sum tey kunnu koma saman og hugna sær í vetrarhálvuni.
  • vit hava fingið eitt dagtilhald á Viðareiði.
  • tey eldru hava fingið eitt høli við nýmótans venjingarútgerð, so tey kunnu íðka og harvið halda sínar førleikar við líka og tí kunnu búgva í egnum heimi sum longst.
  • vit hava fingið nøkur grundøkir til vega.

Ætlar tú at halda fram næstu setu? Havi ikki tikið endaliga støðu, um eg stilli upp til næstu setu.

Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Um eg veri við í næstu setu, vil eg fylgja arbeiðinum, sum er í gongd, á mál. Eri serliga spent uppá nýggja dagstovnin.

Mín vón er eisini, at NBH, sum vit eru ein partur av, fer undir at byggja tænastudepilin, sum kann bjóða endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjandi venjingar og dagtilboð til borgarar, sum eru 67 ár og eldri. Við hesum tænastudeplinum kemur tilboðið nærri til borgarar eystan Múla.   

Hví skal man stilla upp til kommunuval? Ein skal stilla upp til kommunuval, um ein hevur eina jaliga visjón og eina missión fyri kommununa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Nils Jákup Absalonsen
Birkblog Ummæli: Klintrimús
Altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða
Vel eina sterka rødd í býráðið
Myndarøð: Føroyar Portugal U21 - 1-3
Føroyar vóru fáar minuttir frá stóru sen…
Er Breddin ein valsending?
Hvussu hevur tú tað?
Veðrið um vikuskiftið
Undurfulla Norðlýsið
Vit vóna at heimavøllu­rin kann hjálpa ok…
Roykstovan, Heystglóð, Evropa flogbóltur…
Útróðrartíðindi
Vit leita enn eftir valevnum
Tveir nýggir IRONMAN
Múlaepl­ini hjá 5.a.
Komandi heimsstjørnur hjá Portugal í Kla…
Myndarøð: Føroyar - Armenia
Flygilfagnaður í Varpinum
Býráðsfundu­rin útsettur til 14 oktober