Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Max Cecil Weihe

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.10.2024 - 13:55 Tíðindi Veðrið

Høgættin hevur ligið í nakrar dagar, og fjøllini eru hvít. Ikki bert topparnir, men heilt oman ímóti bøgarðunum. Hetta fer at broytast sunnudagin.

Tað lágtrýstið, sum hevur sent ta køldu luftina ímóti okkum, er um leiðina við Jan Mayen. So leingi tað er har, og einki annað trokar seg nærri Føroyum, er veðrið sum tað er í dag.

Leygarkvøldið og sunnunáttina fer ein hátrýstryggur at leggja seg yvir Føroyar við góður veðri – t.e. lítil vindur og yvirhøvur turt, tó kanska okkurt ælið í støðum. Tá ið hann er farin eysturum mánanáttina, fara lágtrýst at nærkast okkum vestaneftir, og vit fara at fáa nakað væl lýggjari veður alla næstu viku.

Men nokk um tað hesaferð – niðanfyri er veðrið um vikiskiftið:

Restina av degnum í dag 5 til 10 m/s av útnyrðingi, smáskýggjað og kavaæl. Sum líður á seinnapartin og í kvøld minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s. Í kvøld fer hann upp í norðan og veksur vindin upp í 5 til 10 m/s. Hitin í dag millum frostmarkið og 5 stig.

Í morgin er ættin norðan og útnyrðingur, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og kavaæl. Um kvøldið og náttina gongur hann niður í vestan og minkar vindin eitt sindur. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og 5 stig.  

Sunnudagin útsynningur, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Sum frálíður lækkar hann í sunnan og veksur vindin, 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Tað verður samdrigið og regn. Hitin fer at liggja millum 4 og 9 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum
Bókaummæli: Kynstrið at halda frí
Jólaløtan saman við B24y
Tussj: - Tað lá í kortunum, at eg gjørdi…
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…
Móttøka og jólahald hjá KBI
Signhild vitjar Norðlýsið