Lýsing
Lýsing
Myndin er tikin í hátrýstveðrinum í gjár. Tá er ofta klárt og kavaæl ella smáskýggjað og einki avfall. Soleiðis sær loftið ikki út í dag ella hesa vikuna, men grátt og vátt. Onkur glotti seinnapartin av vikuni. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.10.2024 - 11:36 Tíðindi Veðrið

Eftir at hava ligið av landnyrðingi og norði í eina viku ella so, er tað blivið nakað væl lýggjari í morgun. Hitamátarar Landsverks vísa 8 stig í flestu støðum. Onkrastaðni eru 11 stig.

Øll tann stóra leiðin sunnan fyri Grønland og Ísland er eitt stórt lágtrýstøki. Miðjan er nokkso langt vestri – nær við Flemish Cape – og tí er ættin úr Føroyum um sunnan.

Luftin, ið rekur ímóti Føroyum, kemur úr Suðurevropa, og hon er, ikki óvæntað, lýggj. Hon kølnar á veg til okkara og tekur nógva vætu upp í seg upp úr havinum. Tí er skýlagið um okkara leiðir tjúkt og tað regnar og fer at regna næstu dagarnar.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Í dag:

Um sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn so at siga allan dag. Onkur løta við glotta, men ikki nøkur drúgv løta. Hitin 5 til 8 stig.

Týsdagin:

Veksandi vindur í nátt sunnaneftir, upp í 8 til 13 m/s, samdrigið og regn um morgunin og fyrrapartin. Seinnapartin og restina av degnum yvirhøvur turt, tó okkurt ælið í støðum. Hitin 6 til 9 stig.  

Mikudagin:

Mikunáttina minkandi niður í 5 til 10 m/s, ættin fer í landsynning, loftið enn samdrigið og ælaveður ella regn. Um kvøldið lækkar hann hann aftur niður í sunnan og minkar vindin niður í 3 til 8 m/s, enn samdrigið og sum frálíður turt. Hitin 6 til 9 stig.

Hósdagin:

Um náttina eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Fyrrapartin fer ættin í útsynning, og tá ið nakað væl er ligið út á seinnapartin aftur niður í sunnan. Allan dagin samdrigið og turt. Hitin 6 til 10 stig.

Fríggjadagin:

Landsynningur, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Um kvøldið gongur hann upp í eystan, sum frálíður samdrigið og regn, Hitin 6 til 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein av manning­ini latið lív
Spreinging í maskinrúmi­num á Glyvursnesi
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli