Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Varpið | Mynd: Hygneé@photography

Valkaféir og Valfundur í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.10.2024 - 20:37 Politikkur Tíðindi

Fram ímóti komandi býráðsvali, hava allir flokkar felags valkafé í Varpinum. Tiltøkini eru eitt samstarv millum Norðlýsið, lokalfeløgini og Varpið

 

Fyrr hava flokkarnir havt sínar egnu valkaféir, ymiska staðni runt í býnum.

Men fram ímóti komandi býráðsvali, hava allir flokkar felags valkafé í Varpinum. Tiltøkini eru eitt samstarv millum Norðlýsið, lokalfeløgini og Varpið.

Hetta verður skipað á tann hátt, at hvør flokkur hevur sítt egna øki, og allir flokkar hava felags valkafé, í gamla posthúsinum.

Valevnini bjóða ein køkubita og ein drekkamunn, har verða tónleikaframførslur og onnur innsløg, og Norðlýsið hevur eisini sína redaksjón á staðnum.

 

Sunnukvøldið 3.nov kl.19 verður valkafé

Týsdagin 5. november millum kl.13.30 og 15.30 skipar næmingaráðið í hádeildini á Skúlatrøð fyri politiskari kafé í Varpinum, fyri næmingar í 7-9.flokki. Endamálið er at kveikja áhugan hjá ungum fyri fólkaræðinum og at skilja betri, hvørja ávirkan ein politisk rødd kann hava á samfelagið rundanum okkum.

Tyskvøldið kl.19 skipa Norðlýsið, valfeløgini og Varpið fyri stórum almennum valfundi inni í salinum. Av tí at hetta verður einasti almenni valfundurin til býráðsvalið, og at tað eru so nógv ymisk øki at kjakast um, so er semja um, at fundurin verður drúgvur. Áhoyrararnir fáa høvið at seta valevnunum spurningar. 

Sunnukvøldið 10.nov kl.19 verður seinasta valkaféin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Móttøka á Klaksvíkar Heilsølu
Ferðavinnan: Mimmy Vágsheyg ársins eldsá…
Tíðin er komin til Fríðin
Góð ellisár
Eg ynski tykkara hjálp at halda fram sum…
Huus kemur til Hús
Skilagóð fíggjarstýring og gjøgnumskygni
SAVNSDAGUR Á SANDI
Epli og røtur av Sandi
Løgtingsval, Fólka­tingsval ella Kommunuv…
Búfólk á røktarheimi skulu hava eitt vir…
Betri ferðslu­mynstur í Klaksvík
Húsið og Listarok
Vit skula savnað spjaddu hjálpina
Lønarviðurskift­ini orsøk til at kvinnur…
Hava politikarar gloymt demensøkið?
50 ára starvsdagur - Móttøka
Javnaðar­flokku­rin valt lands­stýris­fólk
Fólka­flokskafé í Skálanum
Tilflytarar í Klaksvík – Ein inklusiv ko…
Lýsing