Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Allan verður høvuðsungdómsvenjari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.11.2024 - 14:16 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur gjørt avtalu við høvuðsungdómsvenjara á gentusíðuni.

KÍ skrivar:

Nú er greitt at Allan Mørkøre verður høvuðsungdómsvenjari hjá gentunum í okkara Akademii í 2025

Allan kom heim aftur til felagið í januar í ár, og hevur hann trivist væl hernorðuri. Hann hevur verið høvuðsungdómsvenjnari hjá gentunum, har U16 vunnu greipuna. Og í summar yvirtók hann leiklutin sum venjari hjá U17 dreingjum, ið fingu silvur heiðursmerkir í bæði lands- og steypakappingini.

Vit fegnast um, at samstarvið er longt, soleiðis at Allan aftur verður høvuðsungdómsvenjari á gentusíðuni U11 til U16, har uppgávan er at menna leikarar og hjálpa, stuðla og inspirera okkara ungdómsvenjarar og somuleiðis at tryggja, at liðini venja eftir tí leisti, ið KÍ Akademiið hevur lagt seg eftir. 

"Eg gleði meg til komandi kappingarár í felagnum. Eg havi følt meg sera vælkomnan aftur í KÍ og stór trívist hernorðuri." sigur Allan.

Umframt at vera høvuðsungdómsvenjari verður Allan høvuðsvenjari hjá U16 gentunum í 2025.

"Vit síggja, at fleiri og fleiri gentur leggjast afturat í U11 og U13, hetta kemst heilt víst av, at vit hava sera nærlagdar og dugnaligar venjarar í felagnum." sigur Allan.

Vit gleða okkum at fylgja góðu gongdini á okkara gentusíðu í Akademinum í 2025.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…