Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlatrøð - annað og triðja byggistig skulu setast í verk

SKRIVAÐ: Sven Dahl  |  02.11.2024 - 13:00 Politikkur Tíðindaskriv

Eg fari at arbeiða fyri at fáa sett annað og triðja byggistig í gongd í komandi valskeiði, verði eg valdur í býráðið hin 12.novembur.

 

Skúlin hevur tí eitt sosialt virði fyri Klaksvíkar kommunu, ið ikki kann virðismetast nóg høgt. Komandi valskeið má tað, sum enn stendur í hálvum gekki fáast frá hondini.

Skúlatrøð eigir stórt pláss í mínum hjarta. Í samanlagt tólv ár havi eg sitið í skúlastýrinum, bæði í Skúlanum á Ziskatrøð og í Skúlanum við Ósánna og síðani á Skúlatrøð.

Sostatt havi eg verið við til samanleggingina av báðum skúlunum og harvið við í tilgongdini at planleggja fyrsta, annað og triðja byggistig.

Fyrsta byggistig er nú liðugt, og eftir eru annað og triðja byggistig. Í hesum byggistigum er ætlanin at byggja fakhølini til alis- og evnafrøði, lívfrøði, køk, handarbeiði og eisini høli til heilsuhjálpara og tannlækna. Tey flestu av hesum hølum vóru staðsett í tí partinum, sum varð rivin niður vegna sopp í tilgongdini at binda skúlarnar saman í ein skúla.

Men nú er stígur komin í, og tað tykist sum, at eingin ætlan er um at fara í gond við annað og triðja byggistig.

Skúlatrøð húsar nógvum virksemi dag og kvøld, og tað munnu vera fleiri enn túsund fólk á gátt hvørja viku. Skúlin hevur tí eisini eitt sosialt virði fyri Klaksvíkar kommunu, ið ikki kann virðismetast nóg høgt. At hava góðar umstøðu í hesum samanhanginum er av allarstørsta týdningi. Tí harmar tað meg óalmindiliga nógv at síggja, at hin týdningarmesti bygningurin í kommununi stendur í hálvum gekki.

Eg fari at arbeiða fyri at fáa sett annað og triðja byggistig í gongd í komandi valskeiði, verði eg valdur í býráðið hin 12.novembur.

Stígur komin í og tað sær ikki pent út, men nú skulu annað og triðja byggistig raðfestast.

 

Sven Dahl

Valevni á lista D

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…