Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilflytarar í Klaksvík – Ein inklusiv kommuna fyri øll

SKRIVAÐ: Álvur M. Zachariasen  |  08.11.2024 - 12:20 Politikkur Tíðindaskriv

Á valfundinum í Varpinum tann 5. november 2024 setti eg meg fram, at trivnaður og mentan eru grundarsteinar fyri eitt sterkt Klaksvík, og vit skulu leggja serligan dent á tey minni feløgini og skapa felagsskap við frítíðarkorti og góðum tiltøkum. Í kjakinum varð eisini komið inn á týdningin av at lofta tilflytarum – bæði útlendskum og føroyskum – og tryggja, at øll kenna seg vælkomin og hava møguleika at trívast í kommununi.

 

 

Tilboð til útlendskar tilflytarar – Felagsskapur og kunning

Útlendskir tilflytarar í Klaksvíkar kommunu hava bæði tørv á praktiskum stuðli og møguleika at gerast partur av samfelagnum. Tey vilja læra føroyskt, men arbeiðið fyllir ofta nógv, og teirra arbeiðsloyvi er bundið til arbeiði, sum kann gera tað trupult hjá teimum at taka lut í málundirvísing og samfelagslívinum. Ein møguleiki er at skipa eina international-kafé ella eina language-kafé, har útlendingar og føroyingar kunnu hittast, læra málið og skapa sambond. Kommunan hevur longu gjørt íløgur í at stuðla integratión, men hetta kundi styrkst við fleiri tíðum til málundirvísing og felags tiltøkum.

 

Skúlin sum mentanarberi

Skúlin kann eisini spæla ein stóran leiklut sum mentanarberi fyri børn hjá tilflytarum. Við nógvum tímum í føroyskum og í einum felagsskapi við føroysk børn verða hesi børn betri før fyri at menna sína føroysku málførleika og føla seg sum ein part av samfelagnum. Skúlin eigur at vera ein trygg og vælkomin byrjan fyri tilflytarar.

 

Eitt betri vælkomutiltak – Fyri útlendskar og føroyskar tilflytarar

Fyri bæði útlendskar og føroyskar tilflytarar hevði eitt vælkomutiltak verið ein góð byrjan. Eitt vælkomutiltak – eitt hálvársligt kvøld ella ein lítil vælkomustøði – kundi givið nýggjum borgarum innlit í býarlívið og møguleikar fyri at møta lokalfeløgum og ítróttarfeløgum. Við betri kunning og atgongd til býarlívið ger vit Klaksvík til ein felagsskap, har tilflytarar kenna seg vælkomin og finna sítt stað.

 

Kunning og samskipan – Ein felags innsatsur fyri tilflytarar

Ein avbjóðing hjá tilflytarum er ofta manglandi kunning um tilboð og tiltøk. Við at samskipa kunning betur og tryggja upplýsningar á føroyskum og øðrum málum kunnu vit betra møguleikarnar fyri at nýggir borgarar uppliva Klaksvík sum eitt opið og atkomiligt býarlív.

 

Eitt Inklusivt Klaksvík fyri øll

Við at raðfesta trivnað, mentan og felagsskap skapa vit ein kommuna, sum fevnir um øll – ein staður, har øll, ið flyta til, kenna seg sum partar av einum virknari og livandi býi. Eitt sterkt samfelag er eitt, har vit arbeiða saman og byggja upp ein inklusivan felagsskap.

 

 

Álvur M. Zachariasen - Ein spíri úr sterkari rót.

Valevni fyri lista D til kommunuvalið 12. novembur í Klaksvík.

 

Seinastu tíðindini
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…