Lýsing
Lýsing
Lýsing

Húsið og Listarok

SKRIVAÐ: Súni Anthoniussen  |  08.11.2024 - 15:30 Politikkur Tíðindaskriv

Ungdómshúsið í Klaksvík (Húsið) fær nógv vitjandi ígjøgnum vikuna. Seinnapart gerandisdagar plaga umleið 80 børn at vitja Húsið. Hesi børnini ganga í 3. flokki til og við 7 flokk. Um kvøldarnar vitja nógv ung frá 7. flokki og eldri í Húsinum, men av tí at árliga játtanin frá Klaksvíkar kommunu er ov lítil, so strekkir tað ikki til, at Húsið kann hava opið allar gerandisdagar fyri teimum ungu

 

Verkætlanin Listarok er eitt tilboð til børn og ung, har tey í Húsinum hava møguleika, at fáa upplæring í tónleiki. Fleiri bólkar eru sprotnir úr Listarok, og her kunnu td nevnast Adrenaline, Attika og Anua. Hvør minnist ikki, hvussu teir ungu spírarnir úr Anua tóku Varpið við storm, á heiðurskonsertini hjá Straight Ahead!? Ella hvussu Adrenaline hevur fingið áhoyrarafjøldir kring landið at kóka! Hesir bólkarnir hava nærum ongar umstøður at venja í, og tað kann ikki góðtakast!

 

Verði eg valdur, so fari eg at arbeiða fyri, at Húsið kann hava opið allar dagar í vikuni! Soleiðis at okkara ungdómar altíð er í tryggum og góðum hondum. Og at spírandi tónleikarnir fáa neyðugu umstøðurnar, at menna seg og síni listarligu evnir! So um tú eisini ynskir tað, so hevði tað glett meg, um eg fekk títt álit tann 12. November.

Við Javnaðarkvøðu

Súni Anthoniussen / listi C

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…