Veðrið restina av degnum og í nátt
Lágtrýstið Bert, sum ger um seg í Írlandi og partum av Onglandi í dag, nærkast Føroyum av útsynningi. Klokkan 16 var tað umleið 400 fjórðingar úr Suðuroynni, trýstið í miðjuni var 938 hPa. Tað verður ikki roknað við, at tað dýpist meira. 938 hPa er sera lágt – metið í Føroyum er 934 hPa og er frá januar 1993.
Nú er nakað liðið út á seinnapartin, og vit bíða eftir ringa veðrinum, sum skal vera í nátt.
Her í Føroyum klokkan 16 var ættin um eystan. Miðalvindferðin fyri landið 10 til 15 m/s, men hann er als ikki tann sami kring landið. Í støðum norðanfyri eitt sindur minni, men í Suðuroy eitt sindur meir. Tað er í sunnara parti av Føroyum, veðrið fyrst broytist, so tað sum hendir har, fer seinni at henda í restina av landinum.
Í kvøld klokkan 20 er ættin farin upp í landnyrðing eystan. Miðalvindferðin í Suðuroy er tá komin upp í 15 til 20 m/s; norðanfyri 13 til 18 m/s. Enn samdrigið og turt.
Fram ímóti midnátt eitt sindur meira vindur, og so fer at regna.
Nakrar tímar eftir midnátt veksur vindurin meir av landnyrðingi, og um 4 tíðina í nátt er miðalvindferðin kring landið 20 til 25 m/s, onkra løtu í støðum 27 m/s. Alla nátt avfall, sum er bæði vátakavi og regn.
Soleiðis fer at vera alla nátt. Tað minkar ikki fyrr enn á middegi í morgin. Fyrst í Suðuroy. Klokkan 14 eru framvegis 18 til 23 m/s norðanfyri, men í Suðuroy 3 til 8 m/s.
Seinnapartin í morgin minkar vindurin meir, og á nátturða er miðalvindferðin 10 til 15 m/s norðanfyri. Sunnanfyri eitt sindur minni.