Býráðslimur fegnast um góðu gongdina
Nú er at vóna, at alt tos um ongar pengar og svartskygni steðgar, og tað er at vóna, at annað enn trø og parkering verður raðfest og á breddanum, sigur Óli M. Lassen býráðslimur í samband við at Klaksvíkar kommuna hevur samtykt fíggjarkarmin fyri 2025
Óli M. Lassen, býráðslimur, sum er búskaparliga útbúgvin og hevur drúgvar vinnuligar royndir, skrivar eina grein á tíðindasíðuni 24.fo, har hann fegnast um góðu gongdina í Klaksvíkar kommunu, og har hann mælir til at gevast við svartskygda retorikkinum um kommununa.
Greinin er soljóðandi:
KLAKSVÍKAR KOMMUNA SAMTYKT FÍGGJARKARMIN FYRI 2025
Í dag var býráðsfundur á Varpinum har fíggjarætlanin var til viðgerðar og vóru íløgur og rakstur einmælt samtyktar. Talan er framhaldandi um sunna gongd hjá kommununi. Hækkandi inntøkur og framhaldandi menning fyri framman.
Hetta var seinasta fíggjarætlan hjá sitandi býráð og eru inntøkurnar fyri 2025 mettar til 381 milliónir krónur. Raksturin er 288 milliónir krónur, rentuútreiðslurnar eru góðar 12 milliónir krónur. Avdráttir 17,6 milliónir krónur. Inntøkurnar frá partafelagsskatti eru eisini góðar, omanfyri 20 milliónir krónur og er tað eisini at fegnast um.
56 milliónir til íløgur. Góða gongdin heldur áfram íløgukarmurin hjá kommununi er heilar 56 milliónir krónur, so sigast má, at býurin stendur í fagrasta blóma.
So nú er at vóna, at alt tos um ongar pengar og svartskygni steðgar og tað er at vóna, at annað enn trøð og parkering verður raðfest og á breddanum.
Vónandi fáa vit í komandi setu eina fimleikahøll og svimjihøll og ein dagførdan bý har visiónir fyri framburði og menning liggur fremst í huga. Fegnist um góðu gongdina.
Avsett er til at tekna eina fimleikarhøll og svimjihøll bygd saman við verðandi hallum á stationøkjunum og við 50 metrar breytum eisini, mettur kostnaður er einar 90 milliónir krónur. Myndir koma seinri av hesi stóru verkætlan sum vit nú hava sett á skrá.
Óli M. Lassen, býráðslimur