Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Luitjen Akselson Apol, Rógvi Heinason Olsen og Jón í Horni Nielsen

Klaksvíkar Talvfelag tvey umboð til NM

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Talvfelag  |  02.12.2024 - 11:49 Ítrottur Tíðindi

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2025 verður um miðan februar í Íslandi. Kappast verður í 5 bólkum, hvar tey umboð frá hvørjum norðurlandi eru í hvørjum bólki.

 

 

Úttøkan í Føroyum er skipað við tveimum undankappingum og einari finalu. 8 teir bestu telvararnir í hvørjum bólki sleppa í finaluna og 2. teir bestu telvararnir í finaluni sleppa at umboða Føroyar í februar 2025.

Í finaluni í gjár, sum Stranda Talvfelag var vertur fyri, eydnaðist tað Rógva Heinason Olsen og Róki Davidsen at enda millum 2 teir bestu, og harvið rættin at umboða Føroyar í februar.

Rógvi gjørdi ikki mætari enn at vinna elsta bólkin og fer Rógvi saman við verandi føroyameistara Luitjen A. Apol út Havnar Talvfelag at vera føroysku umboðini í eldsta bólkinum.

Rókur endaði javnur á 2. plássi í næstelsta bólkinum, so har mátti umdystur til. Her var Rókur við yvirlutan. Petur G. Magnussen úr Havnar Talvfelag vann hendan bólkin.

Rókur hevur verið til hesar kappingarnar nakrar ferð áður, meðan hettar er fystu ferð at Rógvi fer at umboða Føroyar. Tillukku við úttøkuni og bestu eydnu í kappingini!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…