Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólalig stuðulskonsert í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  02.12.2024 - 12:46 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið - 1. desembur - fyrsta sunnudag í advent, varð skipað fyri hugnaligari stuðulskonsert, til frama fyri Varpið. 

Talan var um kórini, Morgunkórið v/Sigrið Sivertsen og Kórið í Christianskirkjuni v/Jóhonnu og Ólavur F. Johannessen, sum sungu hvør sær og í felag.

Á skránni vóru, umframt jólaligar kórsangir, eisini felagssangir so áhoyrarnir sluppu uppí part at royna seg. Her spældi Kristoffur Olsen undir á tí nýggja Steinway flyglinum.

Tað var sera hugnaligt at sita í hesi prýðiligu høllini, sum var skrýdd til høvið við jólatrøum og stórum reyðum stjørnum, umframt at ljóssetingin hóskaði sera væl til.

Tá ið ljóðgóðskan afturat er so góð, sum hon er - júst til kórsang, var lætt at droyma seg til Wien og aðrastaðir, har líknandi hallir eru at finna.

Ein frálíka góð og hugnalig konsert, har tað aftaná var møguleiki at keypa heimabakaðar køkur og kaffi aftur við einum góðum práti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing