Lýsing
Lýsing
Lýsing
Starvsfólkabygningurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi | Mynd: news.fo

Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvsfólkabygningin boðin út

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2024 - 14:47 Tíðindi

Starvsfólkabygningurin var bygdur í 1962 og hevur verið nýttur til fleiri endamál. Eitt nú sum sjúklingahotell, bústaður hjá læknum, umsiting av Klaksvíkar sjúkrahúsi og verkstað hjá umsjónarmonnunum. 

 

Nú verður farið undir at dagføra og umvæla karmarnar, so bygningurin framhaldandi kann vera ein góður bústaður fyri læknum og vakthavandi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein hædd verður sett av at húsa borgarum, ið eru til viðgerð og endurvenjing vegna sjúkur sum t.d. sklerosu.

Bygningurin verður klæddur og bjálvaður uttan og alt innan verður skift, umframt allar tøkniligu innleggingar verða gjørdar av nýggjum.

Bygningurin er í fýra hæddum, har hvør gólvvídd er 365 m². Samlaða gólvvíddin er 1.460 m².

Sí útbjóðingartilfar her. 

Freist at lata tilboð inn er mánadagin 20. januar 2025, klokkan 14:00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…