Lýsing
Lýsing
Solby vitjar í Norðlýsinum
Tað verður Oyggjaleika prát í dag, nú vit fáa vitjan av Solby A Christiansdóttir í "Komið øll við" sendingini hjá Norðlýsinum
Oyggjaleikir verða í Føroyum i 2027 og Solby A. Christiansdóttir varð sett sum oyggjaleikasamskipari 1. mai í ár. Hon skal samskipa innihaldið og karmarnar um leikirnar, og hon fær ábyrgdina av øllum logistikki – bæði viðvíkjandi kappingum, venjingum og ikki mist gisting, tá innrásin av íðkarum, hjálparfólki og áskoðarum væntast at koma til Føroya í 2027.
Til ber eisini at senda inn sms á 756565 og verða við í kappingini um ein kassa frá Føroya Bjór.
Sendingin er frá kl. 13 til 15 og kann hoyrast við at trýsta á "Live" knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7
Seinastu tíðindini