Stjørnan basti Neistanum
Tað spenningur fyri allar pengarnar í KÍ-høllini í kvøld, tá Stjørnan í dysti í steypakappingin tók ímóti Neistanum. Eftir hálvleiksstøðuna 12-9 til Neistan endaði dysturin við einum 24-23 sigri til Stjørnuna. Tað var ikki fyrrenn tað restaði hálvurannar minuttir av dystinum, at Stjørnan fyri fystu ferða í dystinum tók leiðsluna.
Tað vóru annars neistakvinnurnar sum komu betur frá byrjan, og tá leiktir vóru 6 minuttir, var støðan 5-1 til Neistan. Sigast skal, at hesa løtuna høvdu stjørnuleikararnir misnýtt fleiri upplagdar málmøguleikar. Gongdin gjøgnum allan fyrra hálvleik var, at Neistin hevði eina leiðslu uppá tvey til trý mál.
Í byrjanini av seinna hálvleiki hevði Neistsin huga at økja um leiðsluna. Tá seinni hálvleikur var 8 minuttir gamal, var støðan 15-10 til Neistan, men stjørnuleikararnir góvu ongantíð upp, tær stríddust væl gjøgnum allan dystin. Tá umleið 5 minuttir vóru eftir av dystinum javnaði Stjørnan til 22-22, og stórur spenningur var í dystinum. Tá góðir tveir minuttur vóru eftir at leika, legði Tóra Elisasen fyri fystur ferð í dystinum Stjørnua á odda til støðuna 23-22. Í næsta álopinum javnaði Neistin til 23-23. Stjørnan fór síðani í álop, og eydnaðist tað ungu Bergit Svarvadal hegnisliga at leggja Stjørnuna á odda 24-23, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Nú øll liðini í bólkinum hava leikt tveir, er støðan tann, at øll liðini hava tvey stig undan seinasta umfarinum.
Í seinasta umfarinum, sum verður leikta 12. januar, skal Stjørnan til Eiðis at leika ímóti EB.
Málini hjá Stjørnuni í dystinum í dag skutu: Tóra Elisasen 7, Iulia Nalviko 6, Durita Ljóstein 4, Jancy Poulsen 3, Bergit Svarvadal 3 og Ella L. Samson 1.