Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar úr Argentina

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  31.12.2024 - 15:36 Ítrottur Tíðindi

KÍ heldur nýggjár og kunnger tríggjar nýggjar leikarar.

KÍ skrivar:

Gjørdir eru tveyára sáttmálar við tríggjar argentinar. Ein verjuleikarar, ein miðvallara og ein áleypara.

Eftir ætlan luttaka teir, tá venjingin hjá BetriMonnum byrjar mánadagin, 6.januar. Gaston Nicolas Telechea er 24 ár og miðverji, Martin Rodrigo Gonzalez, 21 ár og miðvallari og Tobias Fabian Guisti, 20 ár og áleypari. Við í ferðalagnum er eisini umboðmaðurin, Walter Montillo, sum er fyrrverandi leikari og hevur nakrar A-landsdystir í sínum lívsrensli.  

Til uppgávuna hevur KÍ brúkt roynda danska venjarin, Ove Christensen, sum eygleiðara og ráðgeva. Um hetta sigur Ove:

- Á kanningaferðini í høvuðsstaðnum í Argentina, Buenos Aires, havi eg í heyst sæð nógvar fótbóltsdystir og venjingar, tosað við leiðarar,  venjarar og leikarar; ikki bara í bestu argentinsku deildini, men eisini í undirliggjandi deildum.

Má siga, at eg eri sum heild sera hugtikin av argentinsku fótbóltsdygdini. Eg sá kropsliga væl vandar leikarar, við sera fínum teknikki og taktiskum skili. Harumframt skal eg siga, at teirra hugburður og atferð mótvegis liðfeløgum og mótstøðumonnum var fyrimyndarligur.

KÍ hevur nú gjørt sáttmála við tríggjar av leikarunum, sum vit hittu í Buenos Aires. Teir eru ungir, seriøsir, arbeiðssamir fýrar, sum eg haldi passa væl til hópin og felagið KÍ, tí tað er mín fatan, at júst hetta eru tær dygdir og eginleikar, sum eisini eyðkenna KÍ.

Eg eri vísur í, at tað fer at gangast væl at integrera argentinsku leikararnar bæði til venjing og uttanfyri í dagliga lívinum. Tað er ein langur teinur úr Buenos Aires til Føroyar og móðurmálið hjá spælarunum er spanskt. Uttan iva verður tað avbjóðandi fyrstu tíðina, men eg ivist ikki í, at blíðskapurin í Klaksvík eisini megnar at takla slíkar avbjóðingar.

Eg ynski KÍ góða eydnu við hesi verkætlanini og vóni at hon fer at eydnast væl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…