Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

MEST nógvar umbyggingar og umvælingar í 2025

SKRIVAÐ: mest.fo  |  23.01.2025 - 16:42 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

2025 er byrjað við nøkrum størri umbyggingum og umvælingum. Hetta eru áhugaverdar umbyggingar, sum eru við til at gera flotan og vinnulívið meiri kappingarført. 

Farmaskipið Arklow Cadet var herfyri keypt av reiðarínum Vermland í Streymnesi. Skipið er 87 metrar langt og verður nú ein størri umbygging framd á MEST á Skála. Skipið verður umbygt til fóðurflutning og fær navnið Vermland. 

Somuleiðis verður ein umfatandi umbygging av tænastuskipinum Bakkanes hjá Bakkafrost framd komandi mánaðirnar. Bakkanes verður umbygt til smoltflutning. Ein væleydnað umbygging av sama slagi var somuleiðis framd av tænastuskipinum “Martin” hjá Bakkafrost í 2024.

Ferjan Ternan er á Skála til vanligt viðlíkahald og aksiltrekk, eins og Sigatindur er komin av beding eftir vanligt viðlíkahald og smávegis stálarbeiði.

Í Havn er Arctic Viking á beding til 40 ára klassingar og ymiskt umvælingararbeiði. Jákup Sverri liggur við bryggju til vanligt viðlíkahald. Tuneq hjá Royal Greenland liggur somuleiðis við bryggju til ymiskar umvælingar og viðlíkahald komandi vikurnar. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Lýsing