Karla Solveig Dam
Karla Solveig Dam *4. januar 1931 †21. januar 2025 in memoriam
Karla nú sorgblíð vit fylgdu tær,
nú tú fórst um evsta liðið,
nú mett av døgum tú flutti garð
at hvíla í himmalskum friði.
Tú vart fyri øllum ein vinasál,
tú ráð fyri ráðloysi hevði,
tú loysti og legnaði trupul mál,
og næstunum loysningar legði.
Tú tænti eitt skeið hjá Haremsti prest,
har vinarlag lívið alt vardi,
og seinni hjá okkum vit minnast teg mest,
har til oss tú góðsku ei spardi.
Tá seinni tú Arna tær fekk til mann,
tú eydnu tína fullgjørdi,
har egið heim tú skapti og fann
og familjudreymin fullførdi.
Brátt dóttirin ein í vøgguni lá,
síðan synirnir tríggir teir runnu,
so nokk var at ansa og vera hjá,
har fullgjørdan fagna tit funnu.
Her livdu tit lívið í gleði og gleim
í friði við alheim og granna,
her áttu tit tykkara vælaheim,
við ætt og vinum væl mannað.
Her buðu tit blíðskap av besta slag,
her gestur var altíð vælkomin,
tá klinku hann lyfti so mangan dag,
tá hálv leið til Havnar var nomin.
-----
Nú stilt er í heimi, nú tú ert ei meir
hjá tínum kæru á foldum,
nú lív títt er farið í annað leir
hjá manni tínum í moldum.
Nú hvíla tit vígd undir grønum flag
við ævinnar vissu í vónum,
og gleðast kunnu til sælan dag
at vakna við himmalskum tónum.
-----
Eig tøkk fyri tíð á jarðarfold,
for alt sum tit okkum vóru,
eig blíðan blund undir vígdari mold
ávegis til sæluna stóru.
Vit í Fuglafirði