Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dodo & The Dodo’s  á Norð Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.02.2025 - 08:00 Tíðindi

Kendi danski poppbólkurin, Dodo & The Dodo’s verur millum høvuðsnøvnini á ársins Norð Festivali.

 

 

Dodo & The Dodo’s hittaðu í 80unum og 90unum við sangum sum Vågner i natten, Giv mig hvad du har, og Sømand af verden, og sangirnir hava skrivað seg inn í danska tónleikasøgu. 30 august kann kendi danski bólkurin upplivast á Norð Festivalinum.

Fyrsta konsertin í Føroyum

“Vit fegnast um at kunna kunngerða, at tað hevur eydnast okkum at fáa Dodo & The Dodos á Norð Festivalin, og tað er fyrstu ferð, at kendi danski poppbólkurin hevur konsert í Føroyum”, sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari.

Populariteturin hjá Dodo & The Dodo’s er stórur, og lagt verður upp til eitt brak av eini konsert á Viðareiði.

Danski poppbólurin legst afturat eini røð av kendum føroyskum nøvnum á Norð Festivalinum. Marius Ziska, Gurðið Hansdóttir, Páll Finnur Páll, Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Karl Martin og Mikkjal vera millum tey, sum fara á páll á Viðareiði 30 august.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat sigur fiski­frøðin nú? og hava tit v…
FMA í Varpinum
Plakatir - Arnold Vegghamar
Kunningarfundu­rin fluttur í Miðhøll­ina á…
Enskt-lærari til Sjónám
Marglætis skúli við marglætis avbjóðing
Nógv rokan og fiskur kring Nónhamar
Hugaligt í Norð­havnini
Norðborg settið á vrakið av Helenu
Send okkum títt hugskot!
Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Almanna­verkið fimmti ára stovningardag:…
Elinborg Lützen innan skúlagátt
Kunningarfundur um nýtt hondbólts­felag í…
Klaksvík­ingar fegnaðust eftir sigurin
Rimmar avrik móti Niðurlondum
KÍ vann tryggan sigur í Gundadali
Veðrið í vikuni
Gadus siglir heim
Upptakt: B36-KÍ