Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torrafyrilestur: Bátur og fólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.02.2025 - 15:00 Mentan Tíðindi

Jóan Pauli Joensen, professari fer at greiða frá tí týdningi, sum báturin hevur haft fyri føroyingar

Bátur og fólk

Jóan Pauli Joensen, professari í Miðstovuni á Norðoya Fornminnafelag í kvøld

Tað er ikki av ongum at vit hava orðtakið ”Bundin er bátleysur maður,” Greitt verður frá tí týdningi, sum báturin hevur havt  fyri føroyingar og frá  tí, sum er knýtt at hesum  serstaka mentanararvi okkara, ið er væl lýstur í siðsøguligum og føgrum bókmentum, men sum skjótt  kann fara í søguna, tí bátasmiðirnir verða alt færri.

Føroyski báturin varð í 2021 settur á UNESCO listanum yvir siðaarv hjá mannaættini.

Hetta er ein altjóða viðurkenning av føroyska bátinum, og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin, skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið.

Føroyski báturin, sum vit kenna hann í dag, fekk helst sítt eyðkenda vakra og sjógóða skap miðskeiðis í 17. øld.

Miðstovan á Norðoya Fornminnasavn - Miðstovan fríggjakvøldið 21. februar kl. 19.00

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…