Teir sóu hann ikki longur
Íblástur til hesar reglur er frá m.a. einum høvuðsverki um skandinaviskan kristnan litteratur í tjúgunda árhundrað
M. Norderval. Sum vísir til kap.16 johs.evang.16-21. ” M.norderval sigur teir á eini reisu komu útífrá villunnar havi. Og skuldu haft langt síðan sæð innsiglingar fýrin, vit máttu hava ljósið at rætta okkum eftir og hildu kósina, vit vóru vitandi um hann átti at vera, høvdu kumpass, ekkolodd o.a. vóru ikki so illa staddir,men fýrin máttu vit fáa fatt í og við eitt sóu vit stóru ljósbláu stráluna frá nátthimlinum yvir okkum, og sløktur var allur spenningur og ótti.
Fyri kristin fólkið, er bert eitt ljós sum vert er hetta navn: Kristus. Hava vit hetta ljósið, hava vit alt og kenna veg okkara gjøgnum lívið, mót deyðanum og ævinleikanum. Men í einum hvørjum kristnum lívi kunnu tað koma tíðir við minni og størri myrkri. Síggja ikki eingong ljósið frá honum, harra og frelsara okkara. Ivi, sorg, synd fjala hann fyri okkum, sum tungir tokubankar, onkuntíð so áhaldandið at vit halda okkum hava mist hann úr eygsjón. Samtíðis sum okkum er kunnugt at lív okkara er fullkomuliga forfeilað uttan hann, uttan mál og meining.
Hvat er nú at gera? Vit fara í tann rættning, vit vita hann er at finna. Eru als ikki so illa farin, hava hjálpitól við hondina: ”Og når ordet til mig kommer sterk og trofast fra min Gud, som de skjulte tankers dommer, som et trøstens sendebud, som en torden, som en ild, som en luftning søt og mild, da min sjel til himlen bæres, tidens sorg som røg bort fortæres.
Jóhs.M. olsen