Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bláa Lónið, eitt vælumtókt ferðamál í Íslandi | Mynd: Víkurfréttir.

“Annars møta vit ikki upp!”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2025 - 13:32 Leiðarin Politikkur

Hugskot til skúlarnar: Bjóðið kommunustýrislimunum út á skúlarnar at greiða frá síni námsferð til Íslands, fíggingarleisti og ikki minst motivatiónsfaktorinum.

 

 

Fyri fáum árum síðani varð samfelagsfrøði innførd sum kravd lærugrein í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Talan er um somu árgangir, sum vikuskifti eftir vikuskifti skipa fyri bingo, køkutombola, skava & vinn og lutaseðlasølu fyri at fáa pening til vega til námsferð. Tí er neyvan nakar ivi um, at tað í samfelagsfrøðitímunum í 9.-flokkunum hesa vikuna verður fylgt við stórum áhuga við í námsferðini hjá teimum 174 kommunustýrislimunum til Íslands.

Í tíðindunum hava vit nevniliga frætt, at bý- og bygdarráðslimirnir ikki koma til skeið hjá Kommunufelagnum, um felagið heldur skeiðini í Føroyum, og á tann hátt hava teir fingið skattgjaldaran at goldið uttanlandsferð til kommunustýrislimirnar í staðin. Tað hevur víst seg at verið ein stór success, og uppmøtingin er í topp. 

Tí er upplagt, at samfelagsfrøði-lærararnir kring landið bjóðaðu kommunustýrislimunum á skúlan at greiða frá túrinum til Íslands. Næmingarnir eru heilt víst áhugaðir í, hvussu ein tílíkur túrur kann lata seg gera uttan peningainnsavning, og ikki minst í at læra, hvussu nógv í grundini kann røkkast við bert at lata vera við at møta upp til undirvísing, um ein ikki fær skattgoldna uttanlandsferð. Uttan iva fæst nógvur íblástur úr at hoyra um leistin hjá teimum fólkavaldu.

Um fíggjarætlanirnar hjá skúlanum annars loyva tí, so kundu skúlarnir bjóðað kommunustýrislimunum eina máltíð afturfyri, um tað nú er tað, sum skal til fyri at fáa teir at koma.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…