Lýsing
Lýsing
Lýsing

SKIFT – nýggj ognarmeklarafyritøka á føroyska marknaðinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.02.2025 - 11:17 Tíðindi Vinna

Ein nýggj ognarmeklarafyritøka er sett á stovn. Sp/f Skift er eitt óheft og skrásett ognarmeklarafelag, sum veitir tænastur innan keyp og sølu av fastognum – bæði til privatar- og vinnuognir.

 

 

Við denti á dygdargóða ráðgeving og gjøgnumskygni, bjóðar Skift eina heildartænastu til bæði keyparar og seljarar. Fyritøkan veitir m.a. vegleiðing í sambandi við keyp og sølu, upplýsingar um húsaskoðan og ognarskiftistrygging, umframt virðismeting av fastognum.

Aftanfyri Skift stendur Jákup Andrias Hansen, ið er skrásettur og útbúgvin ognarmeklari við fleiri ára royndum innan keyp og sølu av fastogn. Erling Fles er eisini partaeigari í felagnum.

– Vit síggja eitt vaksandi ynski á óheftari ognarmekling í Føroyum. Við Skift ynskja vit at tryggja, at bæði keyparar og seljarar fáa eina dygdargóða og trygga uppliving gjøgnum alla sølu- og keypsgongdina, sigur Jákup Andrias Hansen, stovnari av Skift.

Skift hevur heimasíðuna www.skift.fo, har tað ber til at síggja útboðið av ognum og tænastum. Eisini ber til at seta seg í samband við Skift á telefon nummar +298 750 950 ella við telduposti til ja@skift.fo.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðsskráin 27. februar
Steintór umhugsar at stevna Kringvarpið
Andras Sólstein um fastalávintssiðir
Samrøða við Karl Jacob Ósá Eliasen
Samrøða við Jóhanna á Tjaldrafløtti
Er hetta læran á Setrinum?
Kommunu­stjó­rin sagt upp
Dennis Holm hevði ikki lógarheimild
Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í…
Karl Jacob og Jóhanna vitja Norðlýsið
Hornaskýlið er reist
Starvsløn og Íverksetanarstudn­ingur 2025
Ólavur VN 138
Tónar í list á Norð­urbryggjuni
SKIFT – nýggj ognarmeklarafyritøka á før…
Jóhanna Petersen í Saltnesi verður 100 á…
Kvinnulands­liðið vann á Gibraltar
Hugni hevur aðalfund
“Løn í Himli” - møti í Betesda í kvøld
Grannar í Purkugerði vunnu DM-gull