
Ólavur VN 138
Jógvan Hansen, Jógvan í Skálum, í Vestmanna smíðaði átta óføra snøggar motorbátar saman við monnum sínum, áðrenn hann gjørdist bedingsmeistari á Tórshavnar skipasmiðju. Deksførini høvdu øll árundaða hekku og vakurt spring. Ólavur var sjeyndi í røðini.
Í 1920 fórst opin flutningsbátur ávegis um Vestmannasund, og eftir hetta var ikki loyvt at flyta fólk við opnum báti um sundið.
Brøðurnir, Samuel Jacob (Sam) og Johan Sivart Olsen, róðu tá út við deksbátinum, Helga, og við honum fóru teir nú at sigla við fólki, posti, og farmi um Vestmannasund.
Í 1930 lótu teir smíða nýggjan postbát. Hann fekk navnið Ólavur eftir faðirnum, ið gekk við posti millum Vestmanna og Havnina og róði um sundið við posti, sum skuldi vestur í Vágar. Ólavur, 14 tons, sigldi millum Vestmanna og Fútaklett og legði at í Kvívík.
Alfred Olsen, sonur Sam, keypti Ólav í 1949 og helt fram at sigla farleiðina. Tá ið ferjan Bragd í 1965 fór at sigla, gavst Ólavur at sigla um sundið.
Næstu árini røkti Ólavur aðrar uppgávur kring landið. Sum árini liðu, fór hann at liggja meir og meir fyri teymi úti fyri Válinum. Men á árligu bátastevnuni í bygdini helt aldursforsetin kortini fram at leiða skipafylgið av Fútakletti á Vestmanna.
Ólavur sakk fyri nøkrum árum síðani, men varð tikin uppaftur. Ein grunnur, sum nú eigur gamla postbátin, hevur fingið hann út til Nólsoyar at seta í upprunastand.