Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dennis Holm, fiskimálaráðharri, hevði ikki heimild til at gera ta kunngerðarbroyting, sum hann gjørdi viðvíkjandi svartkjaftabýtinum í fjør. Tað er niðurstøðan eftir drúgva viðgerð í Landsstýrismálanevndini | Mynd: Fiskimálaráðið

Dennis Holm hevði ikki lógarheimild

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.02.2025 - 15:37 Politikkur Tíðindi Vinna

Eftir drúgva viðgerð er Landsstýrismálanevndin, við advokathjálp, komin fram til, at tað ikki var í lagi, tá ið Dennis Holm í 2024 útlutaði fiskirættindi við kunngerðarbroyting. Árni Skaale, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, kærdi, og hann hevur nú fingið viðhald í kæruni.

 

 

Í stuttari viðmerking til Kringvarpið sigur Hans Jacob Thomsen, formaður í Landsstýrismálanevndini, at Dennis Holm var ósamdur í fyribilsniðurstøðuni, men at nevndin kortini ikki helt orsøk vera til at broyta hana, og nú er hon so vorðin endalig.

Hans Jacob Thomsen sigur eisini, at hann kann ikki spáa um, hvat nú fer at henda, men sigur, at málið nú er avgreitt frá Landsstýrismálanevndini av. Til spurningin um møguligt misálit, sum tað helst kann roknast við, tá avgerðir uttan lógarheimild verða tiknar, sigur Hans Jacob Thomsen, at misálitisuppskot vanliga koma frá andstøðuni.

Líkt er tí til, at bólturin nú liggur hjá Árna Skaale, sum kærdi, og Fólkaflokkinum, sum hann er tingmaður fyri. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, er limur í Landsstýrismálanevndini og tískil við í niðurstøðuni um, at lógarheimild ikki fyrilá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðsskráin 27. februar
Steintór umhugsar at stevna Kringvarpið
Andras Sólstein um fastalávintssiðir
Samrøða við Karl Jacob Ósá Eliasen
Samrøða við Jóhanna á Tjaldrafløtti
Er hetta læran á Setrinum?
Kommunu­stjó­rin sagt upp
Dennis Holm hevði ikki lógarheimild
Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í…
Karl Jacob og Jóhanna vitja Norðlýsið
Hornaskýlið er reist
Starvsløn og Íverksetanarstudn­ingur 2025
Ólavur VN 138
Tónar í list á Norð­urbryggjuni
SKIFT – nýggj ognarmeklarafyritøka á før…
Jóhanna Petersen í Saltnesi verður 100 á…
Kvinnulands­liðið vann á Gibraltar
Hugni hevur aðalfund
“Løn í Himli” - møti í Betesda í kvøld
Grannar í Purkugerði vunnu DM-gull